Ein kanning, sum Interreseach hevur gjørt, vísur, at annarhvør dani vaskar køliskápið fýra ferðir um árið. Og tað er alt ov sjáldan, heldur samskipari á stovninum Fødevareregion Øst. Morten Lisby heldur, at skitin køliskáp kunnu hava við sær diarré, spýggju og álvarsamar sjúkur.
- Tað er vandamikið, um blámusoppur kemur í køliskápi orsaka av gomlum mati í einum vátligum umhvørvi. Blámusoppurin kann skapa eiturevni, sum eru vanamikil fyri kroppin, sigur hann við Søndagsavisen.
Hann sigur, at tað vandamiklasta í køliskápinum er grønmeti, sum sleppur at liggja leingi og spillast. Bleytar gularøtur og gomul epli kunnu verða sannar bakteriubumbur.
Morten Lisby mælir fólki til at tøma køliskápi og vaska tað eina ferð um vikuna.










