Vit bjóða nýggjum londum vælkomnum

Svante Stockselius, leiðandi stjóri fyri ESC, Eurovision Song Contest, sigur at markið ikki er nátt fyri talið av londum, sum kunnu luttaka í sangkappingini.

Í løtuni eru 39 lond við, og hann sær onga forðing fyri at talið kemur upp á 45.

Svante Stockselius sigur eisini, at kappingin ikki er millum lond, uttan millum sjónvarpsfeløgini í teimum ymisku londunum. Fyri at kunna kappast má ein gerast limur í EBU, Eurovision Broadcasting Union.

- Vit hava gjørt reglurnar um í ár, so at fleiri lond kunnu verða við, sigur hann.

Hann heldur avgjørt at Føroyar kunnu søkja um at gerast limur í EBU, og harvið kanska eisini kunna luttaka í Eurovision Song Contest framyvir.