Á heimasíðuni hjá Rosenborg, sum eitur rbk.no er ein sjónbandssamrøða við høvuðsvenjaran hjá Rosenborg, Kåre Ingebrigtsen, sum hevur uppskriftina klára til ein sigur yvir Víking á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi í kvøld.
Uppskriftin verður at hava bóltin nógv á einum grasvølli, sum Víkinga-spælararnir ikki veru vanir at spæla á. Eisini ætlar Kåre Ingebrigtsen at hansara spælarar skulu møða Víking tíðliga í dystinum, og bíðast skal ikki so leingi eftir at fáa tamarhald á dystinum, sum gjørt var á Svangaskarði í farnu viku. Høgt tempo er eisini eitt av lyklaorðunum hjá Rosenborg.
Kåre Ingebrigtsen gevur eitt sindur ilt av sær um annars góða undirlagið á Svangaskarði. Hann heldur, at tað var óheppið at spæla á graslíki ein sólríkan dag, sum gjørdi undirlagið turt og ringt at spæla á hjá Rosenborg. Kåre Ingebrigtsen er vísur í, at Vìkingur fer at liggja lágt, og fer at satsa uppá mótálop, sjálvt um Víkingur er samanlagt aftanfyri 0-2, tá dysturin byrjar.
Í samrøðuni leggur Kåre Ingebrigtsen eisini dent á, at Rosenborg eigur at verða betur enn Vìkingur. Eitt sindur niðursetandi sigur Kåre Ingebrigtsen, at Víkinga-spælararnir dáma betur nærdystir enn at renna.
Til ber at hoyra og síggja samrøðuna við Kåre Ingebrigtsen á hesari leinkjuni :
http://www.rbk.no/news/article/en77mb0dgpi619b1rvxaad11a/title/--vi-skal-slite-dem-ut










