Í gjár fortaldi Kringvarpið søguna um eina lovandi filmsverkætlan, sum bleiv vend í hurðini av mentamálaráðharranum, tí filmurin snúði seg um sex-bundinskap. Talan er um ein film hjá unga filmsleikstjóranum Katrin Joensen Næs, sum ráðgevararnir vóru imponeraðir av. Men tað var mentamálaráðharrin ikki, og tí skrivaði hann ikki undir, tá ráðgevararnir mæltu honum til at lata stuðul til filmsverkætlanina. Hetta er nøkunlunda sama søga sum í fjør, tá teknirøðin Skúla Scam ikki fekk stuðul, tí so nógv banniorð verða brúkt í røðini.
Ráðgevararnir eru í løtuni Kristina S. Hansen og Hans Petur Hansen.
– Skipanin er soleiðis sum hon er, og tað hava vit sum ráðgevarar ikki serliga nógvar meiningar um. Vit eru jú bara ráðgevar. Tað týdningarmesta fyri okkum er at halda fakligheitini og tryggja, at hon er intakt, sigur Kristina S. Hansen.
– Men eg haldi generelt, at ein skipan altíð skal kunna endurskoðast og endurmennast. Hetta er eitt livandi organ sum alt annað. So er tað spurningurin, um mann kann gera tað við hesa skipan, sigur hon.
– Mann kann kanska umhugsa, um stuðulsskipanin skal vera so tætt at politisku skipanini. So leingi sum skipanin er soleiðis, so hevur landsstýrismaðurin rætt til at gera so. So kann mann vera ósamdur ella samdur. Hatta er nokk meira virðispolitikkur enn fakligheit, sigur hon.
– Hon er før fyri at viðgera hatta evnið
Ráðgevararnir mæltu til at stuðla filminum hjá Katrin Joensen Næs, tí tey síggja potentiali í leikstjóranum og filminum.
– Hon er ein persónur við egnari rødd, og hon arbeiðir við teimum evnunum, sum hon brennur fyri og miðlar tað við filmi. Hatta er eitt tabuevni, sum vit meta, at hon er før fyri at viðgera. Tað er spennandi, sigur Kristina S. Hansen.
Men landsstýrismaðurin metti evnið um sex-bundinskap vera óhóskandi til almennan stuðul.
– Í sær sjálvum var umsóknin væl frágingin, men har var okkurt við innihaldinum, sum landsstýrismaðurin ikki vildi hava, sigur Hans Petur Hansen, sum eisini er ráðgevi.
For ógvusligt?
Hans Petur Hansen var ikki serliga ovfarin av, at filmurin ikki fekk stuðul.
– Eg visti, at tað lá á markinum, tí tað sær kanska eitt sindur ógvusligt út á leikritinum. Um fólk lesa sovorðið og ikki akkurát skilja, hvussu ein filmur kemur burturúr einum leikriti, so sær tað ógvusligt út, so eg skilji tað væl. Tí hatta er nokkso ógvusligt í mun til, hvat man er vanur at síggja í Føroyum, sigur hann.
Kristina S. Hansen sigur:
– Man kann altið tosa um tabuevni sum ógvuslig. Men tað er eisini ein spurningur um, hvussu man varpar ljós á tað, sigur hon.