Vístir av landinum í trý ár fyri harðskap

Dýrandi fullur útlendingur leikaði í sum eitt svakt í miðbýnum í Havn, men tað varð dýrt

Tað bleiv dýrt fyri ein útlendskan sjómann, at hann drakk seg dýrandi fullan og gjørdust frá sær sjálvum í miðbýnum í Havn um vikuskiftið.

Tað var ein kvinna sum helt undan honum inn í ein hýruvogn sum ringdu eftir løgregluni.

 

Løgreglan kom eftir manninum, men tá var hann lagstur á ein mann í gongugøtuni og hvði sligið hann tvær ella tríggjar ferðir í andlitið við knýttum neva.

Maðurin mátti á skaðastovuna, har hann fekk nakrar pentur í andlitið.

Løgreglan sigur, at álopið var púra ógrundað og tann fulli útlendingurin varð lagdur í hondjørn og settur í varðhaldi.

 

Seinni varð hann førdur fyri rættin og har játtaði hann seg sekan. Hann greiddi frá at hann var fullur og tað kundi løgreglan bara váttað, tí alkoholmátarin hjá løgregluni steðgðaði ikki fyrenn á 2,35 promillu.

Ákærin kravdi, at hann varð dømdur at sita 30 dagar í fongsli og at hann síðani verður vístur av landinum.  

 

Tað var dómarin samdur í, tí maðurin var dømdur at sita í 30 dagar og er samstundis skal hann vísast av landinum í trý ár.

Harafturat skal hann rinda sakarmálskostnaðin.

 

Maðurin tók við dóminum og skal sita fongsulsrevsingina av sær beinanvegin, áðrenn hann verður sendur av landinum.

Tað fær álvarsligar avleiðingar fyri hann, tí nú hann er er útvístur, missur hann samstundis kjansin við skipinum hann er við.