Í blaðgrein í gjár sigur Jógvan í Dávastovu, trygdarleiðari hjá Smyril Line, við Sosialin, at tað undrar teir, at Smyril Line ikki hevur fingið at vita um trupulleikan við Peugeot 307 fyrr enn nú, tá tað er líkt til, at bilasølurnar hava vitað um trupulleikan í fleiri mánaðir.
Finnbogi Arge, stjóri hjá P/F Meinhardt Arge, sigur, at hetta er ikki rætt, teir vistu einki fyrr týsdagin 14. juni, tá hann varð uppringdur av blaðmanni á Sosialinum.
Løtu seinni bleiv hann eisini uppringdur av Útvarpinum.
Sama dag kom eitt skriv frá Peugeot Danmark, um hvørjar bilar av slagnum 307 talan var um. Endaliga er nú staðfest, at talan er um 121 bilar á føroysku vegunum, sum allir verða innkallaðir, sigur Finnbogi Arge.
Fríggjadagin 17. juni hevði Peugeot Danmark fund við Ferðslumálaráðið, sum kunngjørdi at teir eru nøgdir við tey tiltøk, sum Peugeot Danmark hevur tikið stig til fyri at tryggja 307 kundarnar.
"Øll, sum eru ein partur av Peugeot-felagsskapinum, gera alt so at hetta kann loysast so gott og skjótt sum møguligt," sigur Janne Bock, samskiftisstjóri hjá Peugeot Danmark.