Vistfrøðiligt neytahald loysir seg

Birgir Tofthegg í Hvalba er ein av teimum, ið rekur vistfrøðiligt neytahald. Hann er sannførdur um, at hetta er nakað, ið loysir seg betur enn vanligt neytahald, um fjós og útgerð ikki eru ov dýr

Birgir Toftheggj í Hvalba hevur júst dripið tveir 18 og 21 mánaðar gamlar tarvar. Vekitin var góð. Annar vá 466 pund og hin 468 pund, og er hetta betri vekt enn á vistfrøðiliga tarvinum úr Koltri, ið skal etast á Hotel Føroyum leygarkvøldið. Hesin vá 372 pund, og helt stjórin á MBM-Kjøti í Hósvík hetta vera ógvuliga góða vekt fyri ein vistfrøðiligan tarv.

Seinastu tarvarnir hjá Birgiri Toftheggj eru aldri fóðraðir við øðrum enn grasi, og heldur hann, at hetta ger kjøtið so framúrskarandi gott.

? Kjøtið frá tarvunum gongur sum heitt breyð, og eg fái 26 krónur fyri kilo, so tað kann sigast, at tað loysir seg at hava tarvar.

Neytahaldarin úr Hvalba vísir á, at á sláturvirkinum hjá MBM í Hósvík fáast einans 22 krónur fyri kilo. Tískil bæði slaktar og selur hann sjálvur. Harafturat vísir Birgir Toftheggj á, at um hann skuldi flutt tarvarnar heilt úr Hvalba til Hósvíkar at drepast, hevði tað kostað honum nógv í flutningsgjaldi.


Munurin vunnin aftur

Besti tarvurin í Hvalba seinastu árini vá 526 pund. Hesin var væl gødddur við kraftfóðri og øllum góðum. Fyrraárið hevði Birgir Toftheggj ein Tarv, ið vá 513 pund, men hesin var eisini gøddur við kraftfóðri.

Men hóast prísurin á tarvakjøti er ógvuliga góður, heldur Birgir Toftheggj ikki, at tað loysir seg at gøða tarvarnar við kraftfóðri fyri at fáa vektina upp um 500 pund. Hetta kostar nevniliga so nógv, at tá roknað verður saman, fæst munandi meira fyri ein tarv á 466 ella 468 pund, tað fæst fyri ein, ið er væl gøddur við kraftfóðri, tá útreiðslurnar av kraftfóðrinum eru drignar frá vinninginum.

Afturat hesum heldir Birgir Toftheggj eisini, at kjøtið frá vistfrøðiligu tarvunum er munandi betri enn frá teimum, ið hava fingið kraftfóður.

? So stórur er kravgangurin eftir kjøtinum, at um eg hevði 4 ella 8 tarvar afturat, hevði eg sum einki sloppið av við kjøtið frá hesum eisini.

Trupulleikin hjá Birgiri Toftheggj er bert tann, at hann hevur ikki nóg mikið av grasi til at hava fleiri tarvar. Men hann er tó sannførdur, at um tú eigur nóg mikið av jørð til at hava 10 til 12 tarvar, kanst tú sum einki liva av hesum. Ansast skal bert eftir, at fjós og útgerð ikki gerast ov dýr. Tískil heldur Birgir Toftheggj avgjørt vistfrøðiligt neytahald vera eina gongda leið í Føroyum.


Móti

Í Hvalba er eingin rættuligur stórbóndi, men sambært Birgir Toftheggj er tað vorðið móti hjá teimum, ið eiga at sindur av jørð, at hava tarv til húsbrúk. Hetta heldur hann ikki bert vera galdandi fyri Hvalba, men fyri alla Suðuroynna.

Tey flestu hava ring í nøsini á tarvunum, og hava teir tjóðraðir í bønum. Men tað eru tó nøkur velja at gelda tarvarnar og sleppa teimum í Hagan. Tarvarnir hjá Birgir Toftheggj eru tó tjóðraðir á bønum. Hetta krevur nógv arbeiðið, tí tarvarnir skulu flytast regluliga. Men Birgiri dámar at fáast við landbúnaðin, og tískil tykist hetta honum ikki møðsamt.

Av tí, at áhugin fyri landbúnaði er so mikið stóur millum hvlabingar, Heldur Birgir Toftegaard tað ikki vera heilt óhugsandi, at skipað verður fyri veitslu við vistfrøðiligum neytakjøti, eins og skipað verður fyri á Hotel Føroyum leygarkvøldið.

? Vit hvalbingar hava altíð verið glaðir fyri búkin. Gamalt var fyrr, at fólk frøddust, tá onkur av teirra varð giftur til Hvalbiar, tí bygdin segðist vera so óføra góð matbygd, og tí var víst, at í Hvalba komst tú ikki at ganga svangur. Tí er áhugin bæði fyri seyða- og neytahaldi ómetaliga stórur, sigur Birgir og greiðir frá, at tað er heilt vanligt, at halda seyðasýningar og annað líknandi í Hvalba.


Kjøtterri

Leingi hevur hann lilgið lágur, men nú er høgættin komin, og tískil eisini kjøtterrin. Mikkjalsmessa var í gjár, og veðraslaktið er nú byrjað. Í Hvalba er áhugin fyri veðrum, eins og áður nevnt, stórur, og verður nú gingið hús úr húsi at hyggja eftir, hvør eigur tey størstu krovini. Leygardagin er ætlanin at halda veðrasýning.