Vissi javnaðarfólk fara á val, vinnur vælferðarstaturin

Tað segði ein granni hjá mær í Svøríki einaferð. Hann var komin upp í árini og hevði altíð atkvøtt fyri sosialdemokratunum.

 

Hann fortaldi eisini, at hann græt í eitt samdøgur, tá Olof Palme varð skotin.

 

Nøkur ár seinni las eg stjórnmálafrøði á universitetinum í Uppsala. Professarin segði, at vælferðarstaturin var undir ógvuliga stórum trýsti. At tað, sum ættarlið høvdu bygt upp, stóð fyri falli.

 

Professarin var sonur Olof Palme. Og er í dag ein av kendu granskarunum innanfyri vælferðarstatin, sum pápi hansara uppá nógvar mátar myndaði.

 

Øll norðurlendsk val eru so ella so vælferðarval. Tað er hetta eisini.

 

Gott val øll somul. Og góða eydnu til øll valevnir.

 

 

 

Jóan Pauli Dahl Jakobsen, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin