Oljufyrisitingin
Nýggi oljustjórin vil ikki gera viðmerking til avgerðina at niðurleggja Oljumálaráðið, tí tað var jú ein politisk avgerð, men soleiðis sum úrslitið er vorðið, heldur hann ikki, at myndugleikarnir hava niðurprioriterað oljuøkið. ?Nú óvissan er burtur ber til at fara til verka. Hetta verður ein sera stór avbjóðing, sum eg ætli mær at átaka mær í fullum álvara og í tøttum samstarvi við starvsfólkini sigur Sigurð í Jákupsstovu. Hann heldur, at man nú má taka sær ta neyðugu tíðina til at meta um fyrimunir og vansar við at leggja báðar stovnarnar saman.
Spurningurin er so, hvat fer at verða broytt í arbeiðinum, nú tað gamla Oljumálaráðið er farið í søguna. Tað eru so tey, sum siga, at Oljumálaráðið í síni tíð var partur av eini politiskari kabalu, og sigur man, at niðurleggingin av tí eisini er politikkur, so er status quo og man situr eftir við tí stovninum, sum skal gera arbeiðið, og sum nú fær sama heitið sum tað hann bar undan stovnanina av Oljumálaráðnum, nevniliga Oljufyrisitingin. Munurin ella broytingin verður so tann, at fyrrverandi stjórin er farin í annað starv, meðan upprunaligu uppgávurnar verða stórt sæð tær somu. Hugsast kann eisini, at henda endaliga loysn kann betra um samskiftið og møguliga eisini forstáilsið millum føroysku oljumyndugleikarnar og brúkararnar, sum m.a. eru oljufeløgini. Nú vita tey so við vissu, hvør adressan er, og hvør hevur ábyrgdina, politiskt og fyrisitingarliga.