Óvissa við veðurforsøgnum og ferðasambandi útseta hondbólt í Vági

Dysturin millum VB og H71 í SMS-deildini leygardagin er útsettur

Eftir ætlan skuldi ein dystur í SMS-deildini verða leygardagin.

Í kappingarskránni stendur at VB skal spæla ímóti H71 leygardagin klokkan 15.00, men dysturin verður av ongum í morgin.

Í stuttum skrivi á hsf.fo kunnger Hondbóltssamband Føroya, at dysturin er avlýstur.

Í skrivinum vísir Hondbóltssambandi á "Óvissurnar um veðurforsøgnina og hetta í mun til avmarkingarnar hjá ferðaskipinum, Prince."

Hinir dystirnir í SMS-deildini um vikuskiftið verða leiktir sum ætlað. VÍF og Neistin spæla í Vestmanna klokkan 14.00

 Stjørnan og Kyndil spæla í Klaksvík sunnudagin klokkan 15.00

Næsti dystur á skránni hjá VB er ímóti Kyndli í  Havn 12. oktober.

Støðan í SMS-deildini

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF412290326
2Kyndil25631254
3H712504644
4Neistin3656232
5StÍF35797-402
6Stjørnan24554-90
7VB24055-150