Eitt eftir øllum at døma stórt »mysterium« í sakarmálinum móti teimum báðum tunesisku brøðrunum, er ein taska við 135.000 krónum í kontantum, sum yngri bróðurin hevði við sær, tá hann kom til landið 15. juli.
Sambært meðákærda var hetta peningur, sum hann hevði tikið við til landið, tí ætlandi skuldi hann keypa pizzariaið frá eldra bróðrinum, tí høvuðsákærda.
Men í hesum spurningi gerst málið eitt sindur gruggut, tí ákærdi hevði ilt við at sannføra ákæruvaldið um, hvaðani peningurin stavaði.
Í frágreiðing síni segði ákærdi, at peningurn stavaði frá sølu av tveimum íbúðum í Malmø. Onnur varð seld í 2005, hin í 2007.
Trupulleikin er bert tann, at sambært ákærda stóð Nordea í Svøríki fyri søluni, men Nordea sigur seg einki kenna til hesar sølur, og kravda innlitið í kontoavrit hjá ákærda vístu ongar bankaflytingar í hesum sambandi. Heldur ikki vístu kontoavritini, at ákærdi hevði tikið pening út, svarandi til nær námind 135.000 krónum, upp undir ferðina til Føroya. Í veruleikanum vístu kontoavritini ongar munandi transaktiónir yvirhøvur.
Ákærdi greiddi í hesum sambandi frá, at hann alt sítt lív hevði havt nógvan reiðan pening við hús, og at handlar í hansara umhvørvi púra vanliga fóru fram við reiðum gjaldi.
Bíligar íbúðir
Í frágreiðing síni segði ákærdi eisini, at hóast hann ikki sum so fekk prógva søluna av íbúðunum, so kundi hann vísa á eina avgjaldsrokning frá svensku myndugleikunum í sambandi við søluna.
Talan var um eitt uppkrav áljóðandi 98.000 krónur, sum sambært ákærda svaraði til 22% av søluprísinum. Sambært hesum skuldu íbúðirnar tilsamans verið seldar fyri 445.500 krónur, ella smáar 223.000 krónur hvør. Og tað má sigast at vera bíligar íbúðir uttan mun til støddina, í einum slíkum stórbýi.
Ákærdi segði, at hann hevði tosað við svenska skattavaldið og gjørt avtalu við teir, um at útseta gjaldið av hesum avgjaldi til einaferð seinni.
Ákærin vildi vita, hví ákærdi ikki hevði boðað frá peninginum, tá hann kom til Føroya. Til hetta svaraði hann, at hann helt tað bert verða neyðugt tá hann fór úr einum landi.
Eisini vísti Linda Hesselberg á í proceduru síni, at peningurin í kuffertinum ikki var svenskur, men danskur. Hon helt, at tað kundi tykjast eitt sindur løgi at liggja inni við so nógvum donskum peningi, tá ákærdi búði í Svøríki.
Men søgan um peningakuffert endar ikki her. Ákærdi pástóð nevniliga, at hann hevði møtt teimum báðum órættaðu í floghavnini í Kastrup. Har skuldu teir hava havt hvør sítt kuffert við hvør sínum 200.000 krónum í. Ákærdi greiddi frá, at teir báðir órættaðu høvdu spurt hann, hvussu ein bar seg at við at veksla føroyskar og danskar seðlar um til evrur.
Hetta legði ákærdi út sum at teir báðir skuldu hvítvaska pening, sum teir høvdu nápað úr kassanum í pizzarianum.
Av einari ella aðrari orsøk valdi hvørki ákæruvaldið – sum eisini er væl skiljandi – ella verjarnir at leggja nakran serligan dent á hendan partin av frágreiðingini. Tí hetta kundi jú verið eitt motiv hjá órættaðu at uppfunnið drápshóttanina. Besta verja er jú sum kunnugt álop.
Umframt hesi trý peningakuffert – harav tað bert ber til at prógva tað eina – legði løgreglan hald á 12.800 krónur saman við einum kvittanarstrimli frá 17. juli, helst dagsins umsetningur hendan dagin í pizzarianum.