Í gjárkvøldið kunngjørdi amerikanski presturin Terry Jones, at hann hevði slept ætlanini at brenna ta heilagu bókina hjá muslimunum, korania, í morgin í sambandi við at tá eru níggju ár síðani yvirgangsálopini á New York og Washington.
Men nú sigur presturin, at hann hevur ikki avlýst tiltakið, men at hann er til reiðar at umhugsa at avlýsa tað.
Terry Jones segði seg í gjárkvøldið hava fingið lyfti um, at moskan, sum skal byggjast í New York, verður ikki bygd nærhendis Ground Zero sum ætlað, men aðrastaðni í býnum.
Men hetta avsannar tann muslimski presturin, og tí sigur Terry Jones nú, at koranbrenningin er ikki avlýst, men útsett fyribils.










