Poul Michelsen, Løgtingsmaður
Síggi í bløðunum, at Høgni Hoydal og Jens av Rana føla seg at vera settan til viks í samband við landsstýrisins visjóns 2015 ætlan.
Eg skilji partvís teirra atfinningar um teir høvdu roknað við at sloppið upp í visjónsætlanina, men í so máta haldi eg ikki at teir eru meira settir uttanfyri enn allar aðrir tingmenn. Tí so vítt eg veit, er ongin tingmaður heldur sloppin upp í part í hvussu so er kann eg fyri mítt viðkomandi siga, at eg ongan fund havi verið á har visjón 2015 hevur staðið á dagsskrá.
Var heldur ikki boðin við til fundin á Hotel Føroyum.
Hinvegin so havi eg hildið, at tað bara er gott at landsstýrið hevur sett sær fyri at røkka nøkur mál og er í so máta er vijón 2015 ein líka góð ætlan sum nøkur onnur. Um Høgni og Jenis velja at síggja ætlanina frá hesum sjónarmiðnum, so var ivaleyst pláss fyri at taka væl ímóti ætlanini og ynskja henni góðan byrð.
Visjónin forðar ikki okkum vanligu tingfólkum at hava okkara visjónir eisini. Og renna tær saman við teimum hjá landstýrinum, so kanska verða framtíðar Føroyar heimsins besta land at búgva í.
Ætlanin fingið meira innihald nú
Tá landsstýrið fráboðaði visjón 2015 ætlanini umvegis løgmannrøðuna á Ólavsøku 2005, var sjálvstýrismálið ikki við í ætlanini. Hesum fannst eg harðliga at í mínum viðmerkingum til løgmann. Stóð spyrjandi um, hvussu eitt landsstýrið, sum Fólkaflokkurin er ein partur av, loyvdi eini visjónætlan har sjálvstýrismálið als ikki var nevnt.
Mátti minna løgmann á, at ein aðaltáttur í stevniskrá hjá Føroyska Fólkaflokkinum er sjálvstýri.
Nú er so sjálvstýri komið við í ætlanina ikki nógv men »lidt har også ret« . Fyri mítt viðkomandi skal eg bara siga, at eg ætli mær at hava mínar egnu visjónir í hesum máli og læt ongan iva vera um, at ongin visjón heldur ikki visjón 2015 røkkur nakran veg uttan sjálvsvirðing, sjálvsálit og sjálvbjargni.
Annars fari eg at ynskja landsstýrinum góð eydnu við visjón 2015 hon er væl gjørd í bestu meining?