Vísa kostrákið fyrr og nú

Í sambandi við árligu heilsudagarnar er Fólkaheilsuráðið í dag og í morgin á Torginum í SMS, har dentur verður lagdur á kostrákið fyrr og nú, og við denti á umhvørvið, og ovurnýtsluna serliga í vesturheiminum.

 

 

Hetta verður víst á tveimum borðum, sum Fólkaheilsuráðið hevur sett upp á Torginum í SMS.

 

 

 

Á fyrr-borðinum er støðið tikið í seinastu 30 árunum. Her kann nevnast, lightbyglgjan, feitt forskrekkilsi og feittforvirringin. Umframt ídnaðarvørur, liðugrættir, matur, ið er pakkaður inn í nógv plastikk, og sum heild matur, ið mettar lítið.

 

 

 

Eisini er ein mynd framvið síðuni á fyrr-borðinum, ið vísir ,hvat ein týsk familja etur gjøgnum eina viku. 

 

 

 

Á nú-borðinum verður støðið tikið í feskari kostgransking, føroyskari og norrønari matmentan. Matur, ið mettar, fullkorn, heilkorn, einfeldni og árstíðirnar.

 

 

 

Eisini verður dentur lagdur á gerandisvørur, og at heilsugóður matur nýtist ikki at vera kostnaðarmikil.

 

 

 

Á síðuni á nú-borðinum sæst ein mynd frá einari listaframsýning frá 2011, ið nevnist Hungry Planet. Myndin vísir ,hvat ein familja frá Equador etur gjøgnum eina viku.