Tórshavnar Býráð hevur á býráðsfundi 25. november 2010 við 2. viðgerð einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri Tórshavnar kommunu 2011.
Arbeiðið við fíggjarætlanini er væl frágingið. Flestu politikarar í býráðnum hava arbeitt væl saman um at skipa fíggjarligu karmarnar eftir teimum búskaparliga avbjóðandi tíðum, Føroyar eru í.
Kortini er Jan Christiansen, býráðslimur úr Fólkaflokkinum, úti í bløðunum við einum boðskapi um, at ”fíggjarliga gongdin í Tórshavn er skeiv”.
Boðskapurin hjá Jan Christiansen er tíverri skeivur.
Virksemisskapandi fíggjarætlan
Fíggjarætlanin fyri 2011 hevur sum høvuðssikti, at borgarar og handilslívi og vinna sum heild í býnum skulu merkja sum minst til tær sparingar í rakstrinum, ið neyðturviliga skulu fremjast. Raksturin verður nevniliga tálmaður og kostar minni enn í ár.
Harumframt eru týðandi íløgur raðfestar høgt, eitt nú innan skúla- og eldraøkið. Hetta eru virksemis- og arbeiðsskapandi íløgur, ið tryggja handils- og vinnulívinum í kommununi arbeiðsuppgávur, og sum samstundis eru neyðugar fyri at borgarar kunnu trívast sum best í kommununi.
Kommunan satsar uppá tey sonevndu bleytu virðini, har trivnaður er millum familjurnar við børnum og ungum, og hjá teimum eldru. Yvirskipaða málið er, at Tórshavn skal vera ein býur, har fólk trívast og vilja búgva.
Hetta er sanni boðskapurin um fíggjarætlanina 2011.
Men Jan Christiansen roynir at sáa iva um fíggjarligu kósina hjá Tórshavnar Kommunu og gevur eina skeiklaða mynd av fíggjarstøðuni hjá kommununi.
Einki hald í atfinningunum
Jan Christiansen førir m.a. fram, at býurin og húskini eru skuldarbundin, at kommunan rindar bert rentur og ikki avdráttir, og at skuldin um trý ár er 250 mió. kr.
Niðurstøða hansara er, at fíggjarliga gongdin er framvegis skeiva veg í Tórshavn.
Hansara lýsing av støðuni hevur tíverri lítið við faktuellu støðuna at gera.
Sum nevnt omanfyri verður kommunan bíligari at reka næsta ár. Tórshavnar kommuna hevur heldur ikki eina skuld, sum á nakran hátt er hóttandi, tvørturímóti.
Higartil hevur kommunan tikið 173 mió. kr. í láni. Lánibyrðan er ikki økt meira enn tað liggur í kortunum fyri 2010, og soleiðis verður samlaða skuldin í mesta lagi uml. 225 mió. kr. við árslok í ár. Skuldin verður neyvt tann sama við árslok í 2011.
Í fíggjarætlanini fyri 2011 verða 11,3 mió. kr. goldnar í rentum. Avdráttir á 17,8 mió. kr. verða umfíggjaðir, men tað ávirkar ikki skuldina. Skuldin økist ikki meira, enn lagt er upp til í fíggjarætlanini fyri 2010.
Veruleikin er, at samlaða skuldin hjá Tórshavnar kommunu svarar bert til eina kvarta álíkning. Lítla skuldin ger, at kommunan er sera væl fyri at taka ímóti teirri konjunkturniðurgongd, sum vit uppliva í hesum tíðum.
Hetta er eisini greitt í samsvari við fíggjarpolitisku ynskini hjá býráðnum. Jan Christiansen skjýtur tí langt við síðuna av.
Eitt skattaprosent til Boðanesheimið
Eitt hevur Jan Christiansen tó rætt í. Tað er, at skattaprosentið er hækkað eitt prosent í 2010. Tað finst hann eisini at, men eg vil persónliga standa við hesa avgerð, tí hon er avgjørt røtt.
Tað eina skattaprosentið er nevniliga beinleiðis oyramerkt til Boðanesheimið, ið er eitt røktarheim til 64 fólk yviri við Strond. Stórt forstáilsi er sum heild fyri hesum millum okkara borgarar.
Vit fíggja sostatt hesa bráðneyðugu íløguna uttan at taka lán, og tað er eisini ein røtt avgerð.
Eg ivist ikki í, at allir býráslimir – eisini Jan Christiansen og Anfinn Brekkstein – vilja kommununi tað besta. Men tað sær út til, at vit vilja tað á hvør sín hátt. Meðan Jan Christiansen og Anfinn Brekkstein mæla til at ”leggja stilt undir landið at krokað” til fíggjarliga ódnin er stilnað av, so hevur býráðsmeirilutin valt at ”surra fast har tað er neyðugt, men at hava skrúvuna í vatninum”, við eini virksemisskapandi íløguætlan og tálmandi rakstrarætlan fyri 2011, til frama fyri borgarar og vinnulív í kommununi.
Í grundini trúgvi eg, at hetta er ein fíggjarætlan, ið Jan Christiansen hevði verið glaður fyri, um hann sjálvur hevði havt skrúvað hana saman.
Ætlanin tekur jú bæði hædd fyri vinnuni og borgarum í Tórshavn. Raksturin er trimmaður og íløgurnar eru á einum skilagóðum og virksemisskapandi støði. Og Jan, hetta alt uttan at skuldin veksur.










