Virknishús (1)

Børnini og ungdómurin eru okkara dýrastu perlur. Tí hevur tað stóran týdning, at tey í uppvøkstrinum kenna á sær, at tey liva í einum virkisfúsum umhvørvi, har tey altíð verða vird og vard og fáa hóskandi avbjóðingar.

Hugsa vit um hesi viðurskifti, og hyggja kring okkum í Tórshavnar kommunu, síggja vit, at enn er langt á mál á hesum øki.

Tað tykist sum um tey, ið hava stjórnað Tórshavnar kommuna seinnu árini ikki hava dugað at sæð, at fólk ikki fara at trívast í nýggjum býlingum, tá ikki er hugsað um annað enn tilvildarligar vegaføringar, betong, asfalt og alt ov fá parkeringspláss. Tað vil siga, at ikki er hugsað um trivnaðin hjá teimum, sum búseta seg í hesum býlingum.

Verður henda mannagongd ikki broytt, fara vit - um ikki so langa tíð - at fáa býarpartar, har trivnaðurin ikki er góður.

Tá fáa vit veruliga vinnarar og taparar, og úrslitið verður sum í sanginum ”The winner takes it all”.

Hóast vit í dag liva í hesum veruleika, er onki til hindurs fyri at skifta kós við tí fyri eyga at rúma ein størri part av okkara borgarum.

Tá vit standa við einum trupulleika sum hesum, mugu vit leita eftir hugskotum og møguligum loysnum, har tær eru at finna.

Ofta finna vit góð hugskot og loysnir í føroyskari søgu og traditión.

Í hesum føri havi eg hug at nevna søguliga tíðarskeiðið, tá ungdómar saman við teimum vaksnu fóru undir at stovna ungmannafeløg og byggja felagshús, sum gjørdust karmur um virksemi, sum tvinnaði saman sosial, tjóðskaparlig og mentanarlig viðurskifti.

Hitta vit fólk, sum tóku lut og vóru virkin í hesum tíðarskeiði, eru tey øll samd um, at hesir felagsskapir høvdu sera stóran týdning fyri trivnaðin í ungdómsárunum.

Í hesum sambandi starvaðust allar hendur saman, aldurin hevði ongan týdning. Málið var at skapa trivna og grundarlag fyri góðum mentanarligum virksemi á staðnum.

Eitt tað fyrsta Ungmannafelagið, sum varð stovnað í hesum tíðarskeiði, var Ungmannafelagið Sólarmagn, sum ungdómar - saman við teimum vaksnu í Kirkjubø og á Velbastað - tóku stig til. Seinni bygdi felagið hús á Velbastað, sum enn hýsir sosialum og mentanarligum virksemi.

Hetta rák fekk undirtøku kring alt landið. Í hesum sambandi kundu vit nevnt, at hóast fólkatalið í Sandoynni ikki var stórt, so vóru ungmannafeløg stovnað og hús bygd í nærum øllum bygdum í oynni. Húsini eru væl hildin, virksemi er støðugt, og tað er ikki ov nógv sagt, at tey eisini eru minnisvarðar, sum prógva, hvussu stóran týdning tað hevur at lyft verður í felag.

Hetta rákið fekk eisini ávirkan og undirtøku í Tórshavnar kommunu.

Eg fari í aðrari grein at greiða nærri frá, hvørja ávirkan henda rørsla fekk í Havn, og vísa á, hvat og hvussu vit kunnu brúka hesa rørslu í sambandi við býarplanlegging í Tórshavnar kommunu.

Høgni Joensen

Valevni á lista C