Virknari leiklut á altjóða pallinum

Johan Dahl
løgtingsmaðurValevni til fólkatingið fyri Sambandsflokkin
???????
Okkara umboðan á Fólkatingi skal nýtast sum ein platformur til at menna okkara samfelag bæði:

?Vinnuliga - við at knýta sambond við onnur lond.
?Í útflutningshøpi - við at vera við í átøkum saman við dønum og grønlendingum, har føroysk umboðan ikki er annars.
?Í granskingarhøpi - saman við dønum og øðrum ES londum í átøkum, sum veruliga kunnu geva okkum nýggjar vinnur - eisini her heima.
?Mentanarliga - við at lata hurðar upp fyri okkara mongu ungu evnaríku tónleikarum, sangskriv-arum, listafólki og rithøvundum, so pallurin hjá teimum úti í heimi eisini verður størri at virka á.
?Í útbúgvingarhøpi - við áhaldandi at viðvirka til at føroyskur ungdómur fær bestu útbúgvingarnar í Evropa og kring allan heim.
?Í menningar og neyðhjálpar átøkum - við at hjálpa umvegis tey kervi, sum danir hava, og harvið gera okkum sjónligari í altjóða høpi.
?Virka fyri at fáa allar vinnuligar marknaðar-forðingar við ES burtur í tøttum samstarvið við danskar ES parlamentarikarar.

Út á ríkisins sendistovur at virka fyri Føroyar
Føroyingar skulu aftur í komandi árum, í nógv størri mun enn undanfarin ár, virka vegna Føroyar á sendistovum ríkisins kring í heiminum, eins og í tíðini tá Hans Andrias Djurhuus, sáli, var sera virkin og var við til at fáa ungar føroyingar út í heimin sum assistentar/trainees á donskum sendistovum kring allan heimin til stóra menning fyri hesi fólk og til gagn fyri føroyingar og føroysk vinnulív.
Hesi fólk skulu vera við til at stuðla og veita kunnleika um nýggjar marknaðarmøguleikar, okkara vinnulívið at gagni, og vera við til at kunna um Føroyar um tað, sum vit hava at bjóða útlendingum, ið ætla sær hendan vegin.
Eitt aktivt Sambandsumboð at umboða Føroyar á fólkatingið er neyðugt. Eitt Sambandsumboð, sum vil virka fyri tøttum, gevandi samstarvi millum ríkispartarnar er umráðandi.
Farið tí á val - ung sum eldri - og veljið eitt Sambandsumboð á Christians-borg, - tað angrar tú ikki.
Gott val.