Virkishús til tey ungu í Klaksvík

Klaksvík: Nú skal leiðari finnast til nýggja virkishúsið fyri ung, sum kommunan í Klaksvík ætlar sær undir. Sum skilst, so skal virksemið minna nakað um tað, sum gjørt verður í og út frá Margarinfabrikkini í Havn.

Í lýsing í Norðlýsinum í gjár verður sagt, at leiðarin skal skapa møguleikar hjá børnum og ungum fyri mennandi upplivingum í einum rúsfríum umhvørvi. Viðkomandi skal eisini samstarva við feløg og einstaklingar um felags mál.
Nýggi leiðarin skal vera pedagogur, lærari ella hava aðra viðkomandi útbúgving, og fær haraftrat ta spennandi uppgávuna at byggja upp henda stovnin frá grundini av.
Sum skilst, so fer hetta virkishúsið at halda til í húsunum har Sjóvinnubankin helt til í sínari tíð.