Virkisætlan um KT-nýtslu í skúlunum

Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur sett eina nevnd, sum skal gera tilmæli til eina virkisætlan um KT-nýtslum á vinnu-, miðnáms- og hægri skúlunum.

Í mars 1998 handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum tilmæli um KT í fólkaskúlanum, sum nú er sett í verk við m.ø. KT-deplinum. Nevndin, sum nú er sett, skal, sum eitt framhald av arbeiðinum hjá KT-nevndini í fólkaskúlanum, koma við tilmæli um, hvussu útbreiðslan av KT-nýtsluni, ikki minst í námsfrøðiligum høpi, kann økjast munandi meira á vinnu, miðnáms- og hægri skúlunum.

Í KT-nevndini fyri vinnu, miðnáms- og hægri skúlar eru umboð fyri skúlarnar og KT-depilin. KT-nevndin er biðin um at handa landsstýrismanninum álit í seinasta lagi 1. mars 2001.

Í nevndini eru: Petur Zachariassen, Fróðskaparsetur Føroya, formaður, Naina Jaocbsen, Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy, Linjon Jacobsen, Tekniski skúlin í Klaksvík, Doris Djurhuus, Handilsskúlin á Kambsdali, Regin Ellingsgaard, KT-depilin, Heri Kragesten, Føroya Læraraskúli, Marianna Norðoy, Sjúkrasystraskúli Føroya, Hans Andrias Dam Joensen, Undirvísingar- og Mentamálastýrið, er knýttur at nevndini sum skrivari.