Virkin tænastufyritøka við stórum avlopum

Við einum meðal avlopi oman fyri tvær mió kr. seinastu fimm árini, staðfestir SP/F KBI við heimstaði í Klaksvík, seg sum eina av teimum best lønandi tænastufyritøkunum í landinum

Við einum meðal avlopi oman fyri tvær mió kr. seinastu fimm árini, staðfestir SP/F KBI við heimstaði í Klaksvík, seg sum eina av teimum best lønandi tænastufyritøkunum í landinum.

 

Businessline í dag, at tað hevur gingið støðugt framá hjá Sp/f KBI øll árini síðan fyritøkan í 2002 sá dagsins ljós í eini lítlari skrivstovu í leigaðum hølum í Klaksvík. Longu í 2005 flutti fyritøkan inn í stásiligan bygning í ídnaðarøkinum í Klingrugarði í Klaksvík, har felagið rekur heilsølu og handil. 

 

Avlopið eftir skatt gjørdist 1,8 mió kr, tá avsetti skatturin uppá kr. 415.000 var goldin. Hetta er ein framgond uppá kr. 200.000 í mun til undanfarna árið

 

SP/F KBI er veitari av ymiskari útgerð til skip s.s. smyrjiolju, amboðum og reingerð. Til byggi- og framleiðsluvinnuna við ymiskum amboðum og maskinum.

 

Eginpeningurin hjá SP/F KBI var við árslok slakar 10 mió kr. Starvsfólkatalið er í miðal 10.

 

Fá fleiri upplýsingar um KBI í vinnuskránni BL.FO VIÐ AT TRÝSTA HER

 

http://www.bl.fo/Default.aspx?ID=73&PID=3326