Virkin sum longst í Nesvík

Í næstu viku verða eldradagar í Nesvík fyri pensjónistar í Vágum, Porkeri og í Sunda Kommunu Vága.
Tiltakið verður hósdagn 28. oktober og fríggjadagin 29. oktober og tað er ein liður í verkætlanini, ”okkara lív sum eldri”
Av tí at tiltakið í ár er í Leguhúsunum í Nesvík, liggur væl fyri at gista har.
Skráin fyri eldradagarnar í Nesvík er sera fjølbroytt. Hósdagin verður byrjað klokkan níggju við morgunsangi og drekkamunni. Síðandi setir Kim Durhuus, borgarstjóri, eldradagarnar og Sveiney Sverrisdóttir, verkætlanarleiðari, kunnar um verkætlanina.
Aftaná fer Helgi Jacobsen at greiða frá um hvalastøðina við Áir, og síðani fáa luttakararnir høvi at síggja støðina, har Edvard Hermansen fer at geiða frá tí virksemi, sum einaferð var á støðini.
Eftir ein matarsteðg koma børn úr dagstovni á vitjan. Turid Jacobsen fer síðani at hava hugleiðingar um hvussu ein fyrireikar seg til pensiónistatilveruna, og síðani fara nøkur fólk at greiða frá hvussu umráðandi tað er at fyrireika seg.
Seinnapartin verður eisini útferð til Saksunar.
Tá ið døgurðin er farin niður um, fer Knud Jacobsen, kommunulækni, orðið, og so er undirhald á skránni.
Fríggjamorgunin vera verkstovur um lívssøgur, ættargransking, føroysk klæðir, myndabók og onnur evni
Seinnapartin fer Óløf Briem frá apoteksverkinum at tosa um heilivág. Somuleiðis fara fólk frá Nærverkinum at greiða frá um ymisk tiltøk, og tað er eisini útferð til Gjáar á skránni.
Eldradagarnir enda við undirhaldi í Eydnuni, við bæði harmoniku- og føroyskum dansi.
Lýst verður, hvussu verður við tilmelding.