Virgar og Jan ársins venjarar

Leikararnir í flogbóltskappingini hava givið tveimum, sum tóku yvir, tá onnur góvust heiðurin sum besti venjari í ár

Sveinur Tróndarson

Bæði TB og Fleyr løgdu nógv fyri, áðrenn farið varð undir kappingarárið 2001/2002. Bæði feløgini fingu sær útlendskan venjara, men felags fyri tey var, at hvørgin teirra helt í meira enn ein góðan mánað inn í landskappingina.
Tá jugoslaviski venjarin hjá Fleyr varð sendur av landinum og tá italski venjarin hjá TB fór sama veg, heittu feløgini á Jan Hentze og Virgar Djurhuus um at taka yvir, og tað gjørdu teir so væl, at teir nú eru kosnir at vera ársins venjarar.
Hjá kvinnunum er heiðurin uttan iva tengdur at, at tað á fyrsta sinni eydnaðist TB at gerast Føroyameistari og steypakappingina. Virgar tók við eini truplari uppgávu, tí tá venjarin fór avgjørdi rumenski leikarin hjá TB, Lily Popescu at stinga í sekkin og fara sama veg sum venjarin.
Sjálvsagt var hetta dyggur smeitur fyri TB, men fyri tað eydnaðist at halda so væl saman upp á hópin, at liðið stóð sum greipuvinnari tá árið var farið aftur um.
Tá hugsað verður um, at liðið nærum ongantíð venur saman er avrikið hjá tvørámonnum so mikið størri, og uppgávan hjá Virgari so mikið truplari. Hann loysti hana til toppkarakter og nú hevur hann fingið heiðurin fyri tað.
Á teimum næstu plássunum komu Marjun Kalsø úr Mjølnir, Boban Ilic úr ÍF og Herman Lindberg úr Fleyr.
At Jan Hentze var kosin besti venjari hjá monnum, kann heldur ikki koma óvart á nakran. Tá hann tók við uppgávuni lá Fleyr næstniðast og tá árið var liðugt, lógu teir næstovast. Í veruleikanum var tað bara svart óhepni sum gjørdi, at teir ikki endaðu ovast.
Uppgávan hjá Jan var ikki løtt tí hópurin hjá Fleyr hevur verið smalur í ár. Gamaní høvdu leikararnir drúgvar royndir, men tað var ein trupul uppgáva at spæla liðið saman til eina góða eind. Tað eydnðist kortini, og var tað ikki tí, at Steinar Eirikstoft fór av landinum beint áðrenn kappingarenda, hevði tað kanska eydnast teimum at vinna meistaraheitið.
Henda spurning fáa vit tó ikki svaraðan, tí veruleikin er, at Fram gjørdist meistari og fyri tað endaði Romica Øster á triðja plássi. Nummar tvey gjørdist Boban Ilic úr ÍF.