Bókin, Tema við slankum, sum Sólrún Michelsen hevur skrivað, kemur nú út av nýggjum.
Nú bókin kemur út av nýggjum, er hon sett upp av nýggjum og hevur eisini fingið nýggja permu.
Upprunaliga kom bókin í 2007 og høvundurin fekk M.A. Jacobsen virðislønina fyri skaldsøguna, sum eisini er týdd til danskt.
- Bókin sigur -við barnaeygum- frá bæði fjálgum og ófjálgum hendingum í uppvøkstrinum.
- Sagt verður frá gentuni, sum er innilæst, um maskinuna hjá Fíu, um rentur og avdrag, um tað heita hjartað, um ommuna og mangt, mangt annað.
- Tær einstaku søgurnar eru bæði ein heild í sjálvum sær, men hanga um somu tíð saman sum perlur á strái, sigur Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum gevur út. |