Mannagongdirnar til at virðisáseta sethús í Føroyum var ikki nøktandi. Tí hava bankarnir heintað upplýsingar inn um hús við at senda brøv og við kundasamrøðum. Seinastu dagarnar hava Føroya Banki og Eik Banki sent ávísum kundum brøv, har teir biða um dagførdar upplýsingar um bústaðin. Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava fingið til vega hesar upplýsingar við kundasamrøðum og hava tí ikki sent kundum brøv.
Kundar hjá peningastovnunum hava spurt, hví hetta verður gjørt. Orsøkin er, at nýggj kunngerð um kapitaldekning er komin í gildi í Føroyum. Broyttu reglurnar hava við sær, at verandi mannagongd í sambandi við at virðisáseta sethús í Føroyum ikki er nøktandi.
Í framtíðini verða sethús virðismett eftir einum hagfrøðiligum myndli, ið nýtir upplýsingar frá peningastovnunum um eitt nú søluprís, byggiár, matrikulnummar og búvídd sum grundarlag. Funnið verður við hesum upplýsingum fram til marknaðarvirðið á teimum einstøku bústøðunum í ymsu økjunum.
Fíggjareftirlitið og Fíggjarmálaráðið hava fyribils góðkent hesa mannagongd.
Nú nýggi útrokningarhátturin verður mentur, dagføra peningastovnarnir bústaðarupplýsingar hjá teimum kundum, har skrásetingar um bústaðin ikki eru nøktandi.