- Tillukku við sigrinum yvir Ísrael.
Nøkulunda hesi eru orðini hjá ovasta andaliga leiðaranum í Iran, Ayatolla Ali Khamenei, á X, fyrrverandi Twitter.
Hetta er samstundis hansara fyrsta viðmerking síðan vápnahvíldina millum arvafíggindarnar, Ísrael og Iran.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur eisini lýst ísraelskan sigur yvir Iran eftir 12 dagar langa kríggið millum londini.
Ísrael fekk at enda stuðul úr USA í krígnum, tá USA eitt nú slepti stórar bumbur niður yvir kjarnorkustøðirnar hjá Iran.
Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, hevur eisini sagt, at Iran var landið, sum kom sigrandi burtur úr krígnum landanna millum.