Virðisløn skal økja um kunnleikan til barna- og ungdómsbøkur

Nú skal ein norðurlendsk bómentavirðisløn latast fyri barna- og ungdómsbókmentir.

Tað hava norðurlendsku mentamálaráðharrarnir samtykt eftir at umboð fyri norðurlendskar barna- og ungdómsrithøvundar, granskarar og skúlabókavørðar hittust í Oslo nú um dagarnar at umrøða málið.

Tey løgdu eitt uppskot fyri norðurlendsku ráharrarnar, sum teir hava tikið undir við.

Úr Føroyum luttóku Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum og Helle Thede Johansen, forkvinna í Rithøvundafelag Føroya

Ætlanin er, at fyrsta virðislønin fyri barna- og ungdómsbókmentir, skal latast longu næsta ár.

Næsta stig er, at norðurlendsku mentamálaráðharrarnar fara í Norðurlandaráðið at umrøða, hvussu virðislønin skal fremjast, sigur Helle Thede Johansen, forkvinna í Rithøvundafelag Føroya.

- Tað er einki at ivast í, at ein norðurlendsk barna- og ungdómsbókmentavirðisløn fer at økja um kunnleikan og áhugan fyri norðurlenskum barna- og ungdómsbókum, ikki bara norðurlondini ímillum men væntandi eisini úti í heimi.

Uppskot um eina norðurlendska virðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir hevur fleiri ferðir verið umrøtt, men ringt hevur verið at fáa semju um hetta málið.

Millum annað hevur verið borið fram, at tað er óneyðugt, tí bøkur til børn og ung kunnu innstillast til ta verandi virðislønina.

Veruleikin er tó, at tað hendir seg næstan ikki at barna- ella ungdómsbøkur verða innstillaðar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs, og tær hava ongantíð vunnið virðislønina.

Nógv bendir á, at nevndin, sum tilnevnir og velur út til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs, í roynd og veru ikki tekur barna- og ungdómsbókmentir við.

Av teimum áleið 10 upprunaføroysku barna- og ungdómsbókunum, sum koma út í Føroyum um árið koma einans ein ella tvær út á øðrum málum.

- Neyvan er orsøkin at bøkurnar ikki eru áhugaverdar ella hava nóg góða góðsku, men heldur tann, at onnur ikki kunnu taka støðu til tær, av tí at so fá skilja føroyskt, sigur forkvinnan í rithøvundafelagnum.

- Ein norðurlendsk barna- og ungdómsbókmentavirðisløn fer at hava við sær, at tær bøkur, ið verða innstillaðar, skulu umsetast og hetta opnar í sjálvum sær fyri kunnleika til føroyskar barna- og ungdómsbókmentir, sigur Helle Thede Johansen.