-Mangt forvitnisligt er skrivað um Mikines ígjøgnum árini, og hetta nýggja bókaverk er eitt frálíkt íkast til tær bøkur, ið áður eru skrivaðar um listamannin. Verkið er serstakliga umfatandi og prýðiligt, tað er ævisøga og greining í einum, tað tekur samanum og lýsir Mikines sera væl, bæði sum menniskja og sum listamann, og hartil er tað ríkað við fotomyndum og einum góðum úrvali av listaverkum hansara.
100 ár eru liðin, síðan Sámal Joensen-Mikines varð borin í heim í Mykinesi. Hann kendi seg alt sítt lív tætt knýttan at heimbygd síni, oynni og fólkinum har, og við lívsverki sínum hevur hann givið okkum eitt virðismikið og virðiligt innlit í, hvat hetta var fyri eitt samfelag í fyrru helvt av farnu øld. Náttúruna hevur hann lýst – eggjarnar, ið daga ímóti luftini, bjørgini, tað grøna grasið, brimið ið brýtur á Kumlagrynnuni, stormin og regnið. Alt hetta er har enn, og tað verður verandi, hvussu tíðir annars broytast. Tað ber ikki til at koma upp á oynna uttan at hava pensilsstrokini hjá Mikines í huganum.
Men hann málar eisini bygdina, húsini og túnini, og tá er tíðin ein táttur í dramanum. Hann málar menniskjuni – hugtakandi andlitsmyndir av mykineskonum og -monnum. Hann málar konuna, ið stendur á berligari strond saman við børnunum og eygleiðir skipini, ið seta kós móti Íslandi. Hann málar tey, ið eftir sita í angist og bíða, og hann lýsir neyðina, vónloysið og saknin, tá ið deyðsboðini koma. Hann lýsir sorgina, men eisini vónina og trúnna.
Alt hetta eru ævigar treytir, ið menniskjuni hava at geva seg undir, og sum øll rættilig listaverk eru málningarnir hjá Mikines tíðarleysir. Men samstundis mega vit ásanna, at lívið á útoyggj í fyrra helmingi av 20. øld var á allan hátt øðrvísi enn nú. Í veruleikanum hava vit ilt við at skilja hesi menniskju, ið máttu takast við náttúrukreftirnar undir sera hørðum treytum.
Hvaðan fingu tey seiggið og treystið? Í listini ber til at nærkast eini sannførandi lýsing. Samstundis sum listaverkini hjá Mikines eru tíðarleys, eru tey eisini ein tíðarlýsing, ið kann hjálpa okkum føroyingum til at skilja okkara søguligu fortreytir og ásanna okkara samleika.
Tað er av stórum týdningi, at kunnleikin um henda nýskapandi listamann ikki fánar burtur, men verður hildin viðlíka og mentur. Vegna Føroya fólk takki eg forlagnum Nesútgáfan fyri, at tað tók stig til hesa glæsiligu bókaútgávu. Og Aðalsteinn Ingólfsson, rithøvunda, fyri megnararbeiði. Tað er vón mín, at bókin vil gera sítt til at spjaða kunnleika, soleiðis at ungfólkið og komandi ættarlið eisini fáa høvi til at læra Mikines at kenna segði løgmaður.










