Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, sigur, at tað er óvirðiligt samskifti við Heilsumálaráðið, sum ger, at hann í dag er farin úr starvi sínum.
- Samskifti við aðalráðið var ikki nøktandi, og er tað tað, sum til síðst fekk meg at siga meg úr starvinum. Eitt virðiligt samskifti er ein fortreyt fyri at fáa nakað burturúr, og tað saknaði eg frá aðalráðnum, sigur Jóanis Erik Køtlum við FM 1.
Hann sigur, at sjálvandi er tað ein stór avbjóðing at fáa endarnar á røkka saman á Landssjúkrahúsinum, men tað er ikki orsøkin til, at hann fer frá.
Hann sigur eisini, at samstarvið við hinar báðar stjórarnar hevur riggað væl.
- Vit hava lagt okkum eftir at avmarka talið á sjúklingum, ið skulu sendast av landinum, og heldur fordeila tað arbeiðið millum sjúkrahúsini. Vit síggja eisini, at vit hava havt ein produktivitetsvøkstur upp á 9% hetta árið, so eg haldi, at hetta er ein góð leið at ganga, sigur hann.