Við avgerð síni um at rýma úr Spania hevur fyrrverandi kongurin Juan Carlos latið kongshúsið í eina útsetta støðu.
Tað heldur varaforsætisráðharrin, vinstrasinnaði Pablo Iglesias.
– Flýggjanini hjá Juan Carlos de Borbon uttanlands er ein óvirðligi gerð hjá einum fyrrverandi statsleiðari, og letur kongsveldið í eina ógvuliga útsetta støðu, skrivaði Iglesias á Facebook í gjár.
Pablo Iglesias er leiðari í flokkinum Podemos, sum er í stjórnarsamgongu.
Sambært lokalum miðlum er Juan Carlos longu farin úr Spania til eitt ókent stað.
Portugisiska sjónvarpsstøðin TV124 og eitt portugisiskt blað siga, at Juan Carlos er í stásiliga Cascais nærindis Lissabon, men tað er ikki alment váttað.
Juan Carlos boðaði í gjár frá, at hann fór í útlegd fyri at verja kongshúsið, eftir at muturákærur er settar fram ímóti honum.
Pablo Iglesias heldur sambært tí hann skrivar, at tann 82 ára gamli fyrrverandi kongurin eigur at svara ákærunum í Spania.
Hann leggur afturat, at ein demokratiskt stjórn ikki kann góðtaka slíkt, sum undirgrevur kongsveldið.
Jordi Sanchez, suym er ein av fleiri politiskum leiðarum frá Catalonina, sum er dømdur fongsulsrevsing fyri at hava luttikið í miseydnaðu royndini at loysa frá Spania í 2017, sigur á Twitter, at hann framhaldandi er innistongdur, tí vandi er fyri, at hann skal rýma.
Hann heitir tí á spanska hægstarætt til at halda aftur passinum hjá fyrrverandi konginum eftir óvæntaðu boðini frá kongshúsinum.
– Hvar er rættvísið í Spania?, skrivar hann í einum tweeti.
Konservativi Partido Popular, sum er størsti andstøðuflokkur, vísir hinvegin sína respekt fyri avgerðini hjá Juan Carlos og takkar honum fyri sín avgerandi leiklut í fýra áratíggju til at broyta Spania til eitt demokratisk rættarsamfelag.
Juan Carlos setti seg á trónuna í 1975, eftir at einaræðisleiðarin í fleiri áratíggju, Franco generalur, doyði í 1975.
Í tey fyrstu nógvu árini var Juan Carlos vælumtóktur millum manna, men tann støðan helt ikki.
Fleiri gølu tærdu upp á umdømi hansara, og í 2014 valdi hann at fara frá sum kongur og lata soninum Felipe krúnprinsi, krúnuna.
Trýstið seinastu vikurnar á fyrrverandi kongin og sonin er vaksið, eftir at ákærumyndugleikar í Spania og Sveis fóru at kanna páhald um, at Juan Carlos skuldi hava tikið ímóti mutri í sambandi við ein sáttmála fyri snartok.
/ritzau/Reuters











