Virðið av útflutta fiskinum áleið tað sama sum í fjør

Útflutningurin av alifiski er øktur við 73% fyrstu 4 mánaðirnar í ár, í mun til sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu 4 mánaðirnar útfluttu vit fisk fyri 1,1 mia. kr., sum er áleið tað sama sum í fjør. Sum vit hava sæð í longri tíð, er tað útflutningurin av alifiski, sum togar samlaða útflutningsvirðið uppeftir. Eisini kann nevnast, at vit hava útflutt fyri 43 mió. kr. meir av upsa higartil í ár.

Hinvegin minkar útflutningsvirðið av toski, hýsu og svartkjafti nógv.

Í tonsum minkar útflutningurin sera nógv, heili 43%. Hetta ávirkar tó ikki útflutta virðið so nógv, tí tað er serliga nøgdin av bíligum fiski so sum svartkjafti, sum minkar, meðan nøgdin av dýrari fiskasløgum veksur, skrivar Hagstovan.