Violin fyri milliónir datt á gólv og brotnaði

Finski violinúrmælingurin Pekka Kuusisto hevði eina 250 ára gamla violin við sær til Føroya at spæla konsert, men violinin datt á gólvið og brotnaði í Norðurlandahúsinum

Tá heimskendi violionúrmælingurin Pekka Kuusisto kom til Føroyar í farnu viku í sambandi við finska viku í Norðurlandahúsinum, var hann ikki einsamallur. Við sær hevði hann kenda felaga sín, eina Giovanni Battista Guadagnini violin frá 1752. 


Men stutt fyri konsertina hendi tó tað, sum ikki mátti henda - violinin datt og gólv og brotnaði.

- Tá tað endiliga skuldi vera, vórðu vit so heppin, at violinin brotnaði eitt stað, har tað ikki ávirkar ljóðið, tí tað er ikki sjálvur kassin, sum er skaddur, sigur Urd Johannesen, sum samskipaði konsertina. 


Ein sprekka kom í violinina, og hon ávirkar møguleikan at stemma hana.

 

- Tann sum tók tað mest róligt, var Pekka Kuusisto.  Hann ringdi til mín tveir tímar áðrenn konsertina og segði, hann skuldi brúka eina nýggja violin. Tað nyttar ikki at fara í panik. Eg hugsaði bara, at vit hava ein trupulleika og hann skal loysast, greiðir Urd frá.


Hon fór undir at finna útav hvørjar góðar violinir vóru í Føroyum, sum hann kundi spæla á ístaðin. Hon skaffaði Kuusisto violinina, sum Heiðrun Petersen vanliga spælir á, og sum Jóannes Andreassen hevur gjørt. Konsertin var so spæld á hesu violinina, uttan at áhoyrararnir varnaðust nakað.

Violinin hjá Pekka Kuusisto er tryggjað, og tað er finski mentamálagrunnurin, sum eigur violinina.