Ein drúgv og spennandi røð av tiltøkum verða í miðbýnum í Havn í samband við ?Ævintýrjól?, sum verður á skránni leygardagin Í teimum dagstímunum millum klokkan 10 og 20 verða øll tey ymisku tiltøkini í samband við ?Ævintýrjól? á skránni.
Klokkan 10 verður bjóða til jólaklipp á Býarbókasavninum. Klokkan 10 er eisini Listabólkurin á skránni, bæði í Àarstovu, har ?Fimm feitar flugur? selja listarverk, og í Bajanstovu, har ?Eiturkopparnir? hava sølu.
Klokkan 11 byrjar jólaverkstaðurin á Margarinfabrikkini, har børnini fáa høvið at gera jólaprýði og bomm. Klokkan 11 letur jólabakaríið eisini upp í Posthúskjallaranum, har børnini sleppa at baka jólakøkur.
Grafiskur verkstaður er í Miðlahúsinum, bæði klokkan 11, 13, 15 og 17. Tó kunnu bert 15 børn sleppa framat í senn.
Millum klokkan 11 og 20 verður Jólamarknaður, Jólasmátturnar hava framsýning og jólasøla verður úr
smáttunum á Vaglinum. Eisini verða livandi gæs í Tinghúsgarðinum.
Millum klokkan 11 og 20 verður eisini Vintagesøla og jólakafé í handlinum ?Katrinu Christiansen?. Klokkan 12, 14 og 16 verður ein søgusigari í Margarinfabrikkini. Millum klokkan 12 og 18 verður jólacafé í Perluni í Tórsgøtu.
Millum klokkan 12 og 18 fara 30 fittar nissur eisini at vitja í handlunum í Miðlon, á Hálsi, SMS og í miðbýnum. Millum klokkan 12 og 20 verður jólasøla og kafé í Reinsarínum. Millum klokkan 12 og 18 verður Street Art í Perluni. ?Lokal People? framsýna og selja verk.
Klokkan 15 verður konsert í Perluni, har børn og ung framføra. Klokkan 15 koyrir Jólamannabandin runt býin á motorsúkklum.
Mong onnur tiltøk verða eisini á skránni.