Tann 63 ára gamli Steve Fossett hevði bara brennievni til at flúgva í fýra tímar, tá hann fór á flog í lítla flogfari sínum mánakvøldið, og tá hann ikki kom aftur sum ætlað, varð farið at leita eftir honum.
Í gjár leitaðu flogfør ymsastaðni í Nevadaoyðimørkini, men tey funnu hvørki flogfarið ella mannin. Sambært CNN veit eingin, hvønn veg Steve Fossett ætlaði sær at flúgva, og tí er tað trupult at leita. Sum skilst var eingin fallskíggi í flogfarinum.
Steve Fossett gjørdist heimskendur, tá hann í 2002 sum tann fyrsti nakrantíð fleyg einsamallur kring Jørðina í ballón. Trý ár seinni endurtók hann ferðina í einum lítlum flogfari. Hann hevur roynt ymiskt og hevur sett ikki minni enn 115 heimsmet, harav nógv tey flestu í luftini.