Ævintýr um kærleikan og tað vakra

Leygardagin verður leikurin Fjørið Mítt vístur í nýggja kommunuskúlabygninginum í Havn. Leikurin byggir á ævintýrið Vakurleikin og Beistið Tey fýra, Dánjal á Neystabø, Kristina Sørensen, Gunnvá Zachariasen og Christopher Hammond eru farin í eitt fjøllistarligt samstarv, og eru tey í løtuni í holt við skúlasýningar av leikinum, Fjørið Mítt.

Leikurin er tilboð í Listaleypinum, sum Norðurlandahúsið skipar fyri, og samskipar við skúlar og kommunur kring landið.

Leikurin snýr seg um tað vakra og tað minni vakra, og um kærleikan, sum loksins vinnur á øllum.

Tilsamans vera 15 sýningar av leikinum um Fjørið Mítt. Einasti møguleiki hjá almenninginum at síggja leikin, er leygardagin. Tá er Valentines, og hóskandi verður Vakurleikin og Beistið sýndur hendan dagin í nýggja kommunuskúlabygninginum. Egi Dam leikstjórnar leikinum, ið er á leið ein tíma til longdar.