Tað er ikki hvønn dag, at Vinstri í Danmark heldur floksfund í Føroyum, men tað verður veruleiki í morgin, tá stóri fundurin verður.
Men áðrenn nakar fundur verður á skránni, fer ein partur av fólkunum niðan á Slættaratind.
- Vit verða eini 36, sum fara niðan á Slættaratind, men eg eri vísur í, at ikki øll vita, hvat tað gongur út uppá, so eg rokni ikki við, at øll koma niðan, sigur Niels Nattestad, sum skipar fyri túrinum.
Hann greiðir víðari frá, at aftaná verður farið í neystið hjá Havnar róðrarfelag, har tey fara at royna onkran av bátunum hjá felagnum.
Orsøkin til, at vinstri er í Føroyum, er tí, at tey skulu halda summarfund her. Ein fundur verður í kvøld, og restin verður so á skránni allan dagin í morgin.