Danski forsætisráðharrin hevur enn ikki skrivað út val til fólkatingið.
Men flokkurin hjá Anders Fogh er so smátt farin undir fyrireikingarnar til eitt slíkt: Tey hava í øllum førum bílagt sær pláss í uttandura lýsingum í september mánaði - t.v.s. í viku 38 og 39.
Sambært floksskrivaranum, Jens Skipper Rasmussen eru uttandura-lýsingarnar ein partur av valstrategi´ini fram móti næsta vali. Men hann vil ikki gera viðmerkingar til eitt møguligt val í september mánaði.
Hinvegin sigur Palle Jacobsen frá lýsingarfyritøkuni, AFA JCDecaux frá øktum fyrispurningum hesa seinastu tíðina. Nógvir av donsku flokkunum hava spurt seg fyri hjá fyritøkuni, sum m.a. arbeiðir við uttandura lýsingum.