Vinnuvitan og Vikublaðið koma ikki út aftur. Tí verða 15-20 fólk send til hús. Fyri løtu síðani boðaði forstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen, frá, at tey bæði bløðini Vinnuvitan og Vikublaðið lata aftur.
- Nú fíggjarkreppa herjar, er neyðugt við ógvusligum broytingum í samtakinum, sigur Árni Gregersen, sum staðfestir, at bæði Vinnuvitan og Vikublaðið geva hall, og tað ger Dimmalætting eisini.
- Tá ið Dimmalætting keypti Vinnuvitan og Vikublaðið í apríl í ár sá marknaðurin góður út. Tað gjørdi hann fram til summarsteðgin. Inntøkurnar minkaðu undir summarfrítíðini, men tað var væntandi, sigur Árni Gregersen, sum leggur afturat, at skelkurin kom eftir summarfrítíðina, tá ið tað vísti seg, at inntøkurnar vóru ikki sum væntað.
- Fíggjarkreppan, sum tók seg upp kring heimin, kom skjótt til Føroyar, og vit valdu at skerja virksemið. Men skjótt sást, at tiltøkini muna ov lítið í mun til ógvusligu afturgongdina í inntøkum, greiðir forstjórin á Dimmalætting frá. Hann leggur afturat, at november, sum vanliga eru ein góður í mun til lýsingar, vísir, at inntøkurnar halda fram at falla við rúkandi ferð, og at gjaldstrotið í samtakinum veksur. Tí hevur nevndin í P/F Dimmalætting í dag valt at lata aftur bæði Vinnuvitan og Vikublaðið.
Av Smyrilsvegi verður tó lagt afturat, at Dimmalætting framhaldandi fer at koma út fimm ferðir um vikuna - eisini týsdag.
Sambært leiðsluni merkja inntrivini, at 15-20 starvsfólk missa arbeiðið.
- Ikki bara á Vinnuvitan og á Vikublaðnum, men eisini á Dimmalætting, verður sagt.