Vinnuskúlin og útbúgving

Viberg Sørensen

 

Tað eru stór tíðindir í fjøðlmiðlunum at nú sleppa 32 næmingar fleiri inná pedagog og læraraskúlan. Næstan dupult so nógv sum ætlað

Hetta er gott fyri tey sum hava søkt, tað er teimum væl unt og at útbúgva seg er altíð gott. Eg skilji væl landstýriskvinnuna í mentamálum, hennara uppgáva er at so nógv sum vilja útbúgva seg skullu fáa møguleikan.

Tað sum fær meg at skriva hesar reglur er at tað eru bert nakrir fáir dagar síðani at Vinnuháskúlin boðaði frá at teir máttu siga nei til 18 næmingar sum høvdu søkt um at koma á skúlan. Ein eykajáttan uppá umleið 250 túsund krónur til skúlan var avvíst.

Eg veit ikki um hetta er tilvitað, at rákið í føroyska samfelagnum er vent handan vegin ella ikki, men eg stúri fyri gongdini og skilji ikki raðfestingarnar hjá landstýriskvinnuni.

Tað sær út til at teoriin um at vit skulu liva av at klippa hvør øðrum skal roynast í praksis.