Suðuroyarferja
Magnus Dam
Allir limirnir í Vinnunevndini taka undir við at geva landsstýrismanninum í samferðslumálum, Bjarna Djurholm, hemild til at byggja nýtt suðuroyarskip.
Vinnunevndin hevur gjørt skjótt av, og málið hevur bert verið viðgjørt á einum fundi. Týsdagin legði nevndin álit fram í málinum, og har sæst, at allir teir sjey limirnir uttan fyrivarni taka undir við lógini, sum loyvir landsstýrismanninum at gera sáttmála um at byggja nýggja skipið.
Tað er bert Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, sum hevur serstakar viðmerkingar til lógaruppskotið. Hann sigur, at hann var ivasamur um avgerðina at byggja so stórt skip ? men nú er so langt útliðið, at tað vendist ikki aftur. Hann leggur afturat, at tað er umráðandi, at íløgurnar í nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði verða gjørdar, meðan nýggja skipið verður smíðað, so havnin er liðug, tá skipið er liðugt.
Lógin gevur Bjarna Djurholm heimild at gera sáttmála við eina skipasmiðju um at byggja eitt skip fyri í mesta lagi 305 milliónir krónur. Hvør endaligi kostnaðurin verður, er kortini ikki greitt enn, tí enn er eingin sáttmáli gjørdur.
Fleiri skipasmiðjur í Evropa og úr Asia hava bjóðað uppá arbeiðið, og Strandferðslan situr í løtuni og viðger innkomnu tilboðini. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, verða nakrar skipasmiðjur valdar út, sum nærri samráðingar skulu verða við. Úrslitið av hesum samráðingunum fer at vísa, hvør fær stóra ordran at byggja føroyingum nýtt suðuroyarskip.
Ætlanin er at seta 95 milliónir krónur av á fíggjarlógini fyri næsta ár og á leið somu upphædd tey bæði eftirfylgjandi árini ? alt eftir hvør endaligi kostnaðurin verður.