Man heldur seg hava sæð alt, men so hendir aftur okkurt so margháttligt, at man fattast orð. Føroya Tele hevur fingið at vita frá Fjarskiftiseftirlitinum, ið er stovnur undir Vinnumálastýrinum, at teir ikki kunnu geva avsláttur til Vinnumálastýrið, tí teir ikki hava eina góðkenda avsláttarskipan. Vinnumálastýrið ger so ikki mætari enn keypir telefontænastur frá einum øðrum veitara, ið hevur ein avsláttarskipan, ið Fjarskiftiseftirlitið undir Vinnumálastýrinum hevur góðkent. Við øðrum orðum noktar Vinnumálastýrið Føroya Tele at bjóða eina avsláttarskipan og velur so ein annan veitara, tí hann hevur eina avsláttarskipan.
Kapping kann verða góð, men tað má verða kapping á jøvnum føti. At uppfinna eina skipan, har landsfeløg ikki fáa somu treytir sum teir privatu ber ikki til. Ei heldur ber til at forera linjukapasitet til teir privatu til undirprís, tí skulu privatar fyritøkur brúka netið hjá Palliba, so skulu tær gjalda ikki bara kostnaðin, men so sanniliga eisini viðlíkahald og endurnýggjan.
Tað er ikki framúr effektivt, tá eitt stýri einsamælt fer út og velur ein veitara á eitt nú teleøkinum. Hettar er ein uppløgd tænasta, ið kann verða keypt inn sentralt frá einum veitara fyri alt tað almenna, ið kann veita allar tænastur frá fastnet í Mykinesi til fartelefoni í Froðba. Ein so stórur kundi sum Føroya Landstýri kann ivaleyst fáa mongdaravsláttur, um Vinnumálastýrið væl at merkja gevur loyvi.
Ansast má eftir, at man við skeivregulering ikki ger, at tað almenna situr eftir við privatkundum á útoyggj, meðan privatir, væl hjálptir av Vinnumálastýrinum, fara avstað við vinnukundum á stórplássum.
Vinnumálastýrið hevur ikki nógv ár á baki og hevur havt fólkafloksministarar gjøgnum stórt sæð alt sítt lív. Væl vitandi, at Fólkaflokkurin helst sá eina demontering av øllum yvirskotsgevandi á landsstovnum, so tykist tað løgið, at eitt stýri sum Vinnumálastýrið, ið sjálvsagt ikki hevur nakra politiska meining um ting skulu vera privat ella ikki, ber so soleiðis at uttan at ráðføra seg við onnur stýri um eina eventuella felags loysn.
Illvilji móti einum almennum stovni ella kanska almennum stovnum í allari almindiligheit eigur ikki at forða fyri einari samlaðari loysn fyri telefontænastur fyri alt tað almenna. Tað er hvørki liberalt ella rættvíst at forða almennum partafeløgum og stovnum í at brúka sínar stórdriftsfyrimunir.