Vinnumálastýrið roynir við nýggja uppskoti sínum til lóg um seming í sambandi við arbeiðsósemjur at skerja rættindini hjá fakfeløgunum og enntá ógilda lógirnar hjá fakfeløgunum.
Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálastýrinum hevur sent fakfeløgunum og øðrum feløgum uppskot til løgtingslóg um seming í arbeiðsósemjum.
Hetta lógaruppskot er ein beinleiðis roynd at skerja aldagomlu rættindini hjá løntakarum at seta í verk arbeiðssteðg, umframt at Vinnumálastýrið tekur sær rættindi sum uttan iva eru í stríð við grundlógina, tá stýrið í uppskoti sínum leggur upp til, at partar av lógunum hjá fakfeløgunum skulu fara úr gildi í sambandi við møguliga innanhýsis atkvøðugreiðslu.
Tað er ein beinleiðis háðan móti fakfel-øgunum, at Vinnumálastýrið í viðmerkingum sínum sigur, at meginreglan eru tær somu sum í galdandi lóg, tí hetta er beinleiðis í stríð við veruleikan.
Her er talan um skipaðan ágang móti fakfeløgunum, at eg vóni, at fakfelagsrørslan stendur saman um at vísa aftur hesum lógaruppskoti.
Semingsstovnurin skal eftir uppskotinum hava óavmarkaðar heimildir at útseta arbeiðssteðg.
Vert er at bíta merki í, at sambært uppskotinum frá Vinnumálastýrinum, so skulu reglurnar í nýggju lógini vera soleiðis, at semingsmaðurin kann útseta møguligan arbeiðssteðg í 2 vikur í mun til núgaldandi skipan, har semingsmaðurin síðani galdandi lóg kom í gildi, bert hevur kunnað útsett møguligan arbeiðssteðg, nevniliga í grein 5 stk. 5, grein 6 stk. 4 og grein 6 stk. 5.
Her er talan um ásetingar, sum í veruleikanum fara at gera tað ógjørligt hjá fakfeløgum at seta í verk arbeiðssteðg, tí semingsmaðurin kann nú brúka allar tríggjar ásetingarnar í lógini til at útseta arbeiðssteðgin.
Her er talan um munandi víðkaðar heimildir í mun til galdandi lóg, og endamálið er uttan iva eittans, nevniliga at skerja fakfeløgini í teirra stríði fyri at bøta um lønar- og arbeiðskorini hjá limum felagsins.
Tað er nógv fyri at síggja, at Vinnumálastýrið í viðmerkingum sínum til grein 6 sigur, at endamálið við ásetingunum er, at »geva pørtunum meira tíð til samráðingar«, tá tað er eyðsæð, at veruliga ætlanin er at skerja rættindini hjá fakfeløgunum.
Semingsmaðurin kann útseta arbeiðssteðg uttan tíðaravmarking.
Ikki bert mælir Vinnumálastýrið til at semingsmaðurin nú í fleiri førum skal kunna útseta møguligan arbeiðssteðg, men í uppskotinum til orðing av grein 6 stk. 4 vil Vinnumálastýrið í veruleikanum geva semingsmanninum heimild til at útseta møguligan arbeiðssteðg uttan nakra tíðarmarking yvirhøvur.
Í nevnda uppskoti verður ásett, at semingsmaðurin ásetur ? eftir at hava ráðført seg við partarnar ? freistina fyri, nær partarnir skulu hava svarað einum semingsuppskoti.
Síðani heldur Vinnumálastýrið áfram:
»Í hesum sambandinum kann semingsmaðurin avgera, at fráboðaður arbeiðssteðgur í fyrsta lagi kann setast í verk 3. dagin eftir, at partarnir hava svarað«.
Hetta merkir, at semingsmaðurin t.d. kann seta freistina hjá pørtunum at svara til ein ella tveir mánaðar, ja, kanska 6 mánaðar og sambært lógaruppskotinum skulu partarnir ikki fyrr enn 3. dagin eftir at partarnir hava svarað, hava heimild at seta í verk lýstan arbeiðssteðg. Tað er ikki ilt at ímynda sær, at arbeiðsgevaraparturin sjálvsagt ikki fer at svara fyrr enn freistin er við at vera úti, t.d. 1, 2 ella møguliga 6 mánaðir eftir, at semingsuppskot er lagt fram.
Eftir lógaruppskotinum er tað fullkomuliga upp til semingsmennirnar, at avgera um nakar arbeiðssteðgur skal setast í verk ella ikki, og tí er tað beinleiðis ósatt, tá Vinnumálastýrið í viðmerkingum sínum m.a. sigur, at »partarnir hava rætt at seta í verk tiltøk, verfall ella varkbann, um eingin sáttmáli fæst, sum partarnir kunnu góðtaka«.
Her er antin talan um óhoyrt lógarsjusk ella eina beinleiðis roynd at avtaka allan rætt hjá fakfeløgum at seta í verk arbeiðssteðg ella onnur tiltøk.
Skal Vinnumálastýrið við lóg kunna seta úr gildi lógligar samtykta rlógir hjá fakfeløgum.
Ikki bert leggur Vinnumálastýrið seg út í heilt grundleggjandi rættindi hjá fakfeløgum, men so ótrúligt tað kann ljóða, so hevur vinnumálastýrið eisini ætlanir um at seta úr gildi ávísar reglur í lógunum hjá fakfeløgunum.
Í grein 8 stk. 3, 2. pkt. verður ásett:
»Ásetingar í viðtøkum v.m. um, hvussu einstaku limirnir á málførum fundi skulu greiða atkvøðu, hava ikki gildi«.
Hetta merkir, at tá talan er um møguligar atkvøður bæði um vanligt semingsuppskot og tá talan er um uratkvøðu, so vil Vinnumálastýrið við lóggávu áseta, at í slíkum førum fara reglurnar um, hvussu limirnir í fakfeløgunum skulu atkvøða úr gildi.
Vit skulu her hava í huga, at talan er um beinleiðis uppílegging í lógir, sum limirnir í fakfeløgum á aðalfundi hava samtykt.
Hetta uppskot avdúkar enn einaferð, hvussu lítla virðing sitandi samgonga hevur fyri vanliga borgaranum og serliga fakfelagsrørsluni, tí neyvan vildi nakar politikari sum hevur virðing fyri demokratiið okkara ditta sær at sett fram slíkt lógaruppskot.
Endamál landsstýrisins
Tað er vert at bíta merki í at aðalstjórin sum hevur sent út nevndarlógaruppskot er fyrrverandi skrivari í Føroya Arbeiðsgevarafelag, har hann í áravís var heitur talsmaður fyri bæði arbeiðsrætti og høvuðsavtalu.
Av tí at fakfeløgini stóðu saman eydnaðist tað hvørki privata arbeiðsgevarafelagnum ella almenna arbeiðsgevaranum at fáa inn á føroyska arbeiðsmarknaðin høvuðsavtalur og arbeiðsrætt.
Tað er eyðsæð, at tað sum Vinnumálastýrið nú roynir er í veruleikanum at føra inn á føroyska arbeiðsmarknaðin reglur, sum vit annars bert kenna frá júst høvuðsavtalum og lóggávu um arbeiðsrætt.
Eitt av høvuðseyðkennunum í høvuðsavtalu er jú, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum bert við langum tíðarfreistum kunnu boða frá ætlaðum tiltøkum, men við lógaruppskoti sínum fer Vinnumálastýrið nógv longur, tí í veruleikanum vil hetta uppskot avtaka verkfalsrættin hjá fakfeløgunum.
Eg fari tí staðiliga at heita á øll fakfeløg í Føroyum um harðliga at mótmæla nevnda lógaruppskoti og stríðast fyri, at føroyska fakfelagsrørslan kann varðveita tey rættindi sum eru grundarlagið undir teimum alsamt broyttu lønar- og arbeiðskorum, sum feløgini hava strevast fyri at tryggja limum sínum.
Tórshavn, hin 01. desember 2000
Stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag
Ingeborg Vinther, Elias Hansen, Georg F. Hansen, Kári Jacobsen, Margretha Rasmussen, Marius Clementsen, Laila Zachariasen