Vinnuligt burturkast skal skrásetast

Framyvir skal virkið, haðani vinnuburturkastið stavar (ruskkeldan), skrásetast. Skrásetingin fer fram, tá ið burturkastið verður latið inn á kommunalu móttøkuplássini. Neyðugt er tí hjá øllum virkjum og vinnurekandi, ið hava burturkast, ið skal latast til kommunalu móttøkuplássini, at verða skrásett sum debitorar frammanundan at burturkast verður latið inn. Virkir og vinnurekandi, sum ikki eru skrásett sum debitorar, kunnu gera hetta á Brennistøðini á Hjalla ella á roknskapardeildini hjá kommununi.

Gjaldið skal avroknast millum Tórshavnar kommunu og virkið, haðani burturkastið stavar (ruskkelduna). Um flutningsvirkir koyra burturkast fyri onnur, skulu tey upplýsa, hvaðani burturkastið stavar, tí flutningsvirki verða ikki roknað sum ruskkelda.
Gjaldast skal í minsta lagi fyri 1 m3 hvørja ferð. Til ber at gjalda kontant ella at fáa rokning sendandi. Hóast goldið verður kontant, skal ruskkeldan skrásetast.

Vinnuligar tænastur
Burturkast frá vinnuligum tænastum til privat húski ella til vinnuvirki (t.d. í sambandi við byggi- ella umvælingararbeiði, útskifting av amboðum og tólum o.t.), verður flokkað sum vinnuburturkast. Í slíkum førum verður tænastuveitarin roknaður sum ruskkelda.

Bingjuplássið í Kollafirði
Bingjuplássið í Kollafirði verður frá 1. oktober 2004 skipað sum eitt móttøkupláss fyri privatborgarar, t.v.s. at tikið verður ikki ímóti vinnuburturkasti. Bingjur vera til burturkast at brenna, tyrva, jarn/metall, umframt at tikið verður ímóti pappi/pappíri, køli- og frystiútbúnaði, elektronikki og vandamiklum burturkasti. Plássið verður opið leygardagar kl. 13-17 og verður mannað tá ið opið er. Plássið verður stongt allar aðrar tíðir.


Mold og jarn
Á mold- og tyrvingarplássinum í Húsahaganum og á Jarnplássinum á Hjalla verður einans tikið í móti vinnuburturkasti.


Broyttu upplatingartíðirnar:

Endurnýtslan á Hjalla:Mánadag ? fríggjadag: Leygardag:8 - 17
10 - 17einans vinnuburturkast
einans privatburturkast
Jarnplássið á Hjalla:Mánadag ? fríggjadag:8 - 16einans vinnuburturkast
Mold- og tyrvingarplássið í Húsa-haganum:Mánadag ? fríggjadag:8 - 16einans vinnuburturkast
Bingjuplássið í Kollafirði
(frá 1. oktober 2004)Leygardag13 - 17einans privatburturkast