Viðtal
Tummas í Dali
Vinnulívið í útjaðaranum kennir tað so, at politikararnir taka viðurskiftini hjá vinnulívið í Meginøkinum fram um, tá ið teir leggja ætlanir og taka avgerðir um íløgur fyri landið.
- Hetta er sera óheppið, og fer at koma føroyska samfelagnum aftur um brekkur, sigur Johan Dahl, sum mælir politikarunum til at viðurkenna tann stóra vinnuliga týdning, sum útjaðarin hevur í føroyska samfelagnum.
Tørvur á skynsomum íløguætlanum
Johan Dahl sóknast fremst av øllum eftir eini landsætlan, har tey størru økini í Føroyum eru høvuðsevnið.
Hann sóknast eftir eini ætlan, sum serliga tekur tey einstøku økini til viðgerðar, men tó í heildarhøpi.
- Serligur dentur eigur at verða lagdur á eina Vágaætlan, eina Sandoyarætlan eina Borðoyarætlan, og eina Suðuroyarætlan. ?Landspolitikararnir mugu spæla nógv meira við.
- Hesi økini hava sera stóran týdning fyri búskapin í landinum. Hvønn dag stríðast menn í hesum týdningarmiklu økjum undir sera torførum umstøðum, og tí kennist tað hugskoytt og óskilligt, at hesi øki ikki eru fremri í landspolitikkinum, sigur hann.
-Veruleikin tann, at hesi økini í stóran mun eru grundarlag undir stórum parti av tívirkseminum, sum er í Meginøkinum.
- Politikararnir mugu viðurkenna, at uttan virksemi í teimum størru økjunum, stóð illa til í Meginøkinum.
- Uttan tær vinnur, sum eru í teim størru økjunum: - uttan fiskivinnuna, alivinnuna og smáídnaðin í hesum økjum ?var støðan ring í Meginøkinum.
- Tað er hendan staðfestingin, sum má vera grundarlagið undir arbeiðinum hjá politikarunum, sigur hann.
Føroyar verða syndraðar
Um vit hyggja at Suðuroynni, so er tað, sum hendir her, onki minni enn ein ólukka.
- Fólkatalið minkar ár undan ári, og tey, sum fara av landinum at nema sær útbúgvingar á hægri stigi, tey hava ongan kjans at venda aftur til hetta og onnur líknandi øki við síni útbúgving,.
- Har er nevniliga onki starv, sum hevur tørv á tí áralongu útbúgving, hesi fólk hava tikið - og er hetta onki minni enn ein ólukka.
? Hetta ger seg galdandi í øllum teimum størru økjunum og útoyggjum í landinum.
- Bert eitt undantak er, nevniliga Meginøkið ?hetta økið beint fram hungrar eftir fólki við útbúgving. Tað er bert at sláa upp í Dimmalætting , so fær tú sjón fyri søgn.
? Í Suðuroynni var miðalinntøkan í 1999 uml. Kr. 123.500.
? Í Vági var miðalinntøkan í 1999 uml. Kr. 102.500.
- Miðalinntøkan fyri fólk í arbeiðsførum aldri í Føroyum 1999 var uml. Kr. 149.000.
- Við ørðum orðum: - miðalinntøkan í Vági var 30% lægri enn miðalinntøkan í Føroyum sum heild.
- Aldursbýtið gongur eisini skeivan veg: - talið á fólki í vinnualdri lækkar, og talið á eldri fólki uttan fyri arbeiðsmarknaðin hækkar lutfalsliga nógv.
- Hesir veruleikar siga ikki so lítið um støðuna og útlitini hjá útjaðaranum, sigur Johan Dahl.
Johan Dahl leggur afturat, at landsmyndugleikarnir syndra føroyska samfelagið, um teir ikki seta væl umhugsað tiltøk í verk ?og tað skjótt.
Karmar til vinnulívið
Um vit hyggja nøkur ár aftur í tíðina, sigur Johan Dahl, so síggja vit, at politikararnir ikki hava raðfest íløgurnar til tey ymsu økini nóg skynsamt.
- Teir hava í ov lítlan mun havt langtíðarútlitini í eygsjón.
- Hjá okkum vinnulívsmonnum kennist tað tí, at oyggin ikki fær lut í tí ovurhondsstóru menning, sum Meginøkið er partur av ?og tað kennist serliga sárt, tá ið ein veit, at orsøkirnar til framgongdina í Meginøkinum í heilt stóran mun eru politiskar, sigur Johan Dahl.
- Tá ið talað verður um karmar til vinnulívið, so verður ofta hugsað um teir verkligu karmarnar. Men hesir eru bert ein parturin av tí umhvørvinum, sum vinnulívið hevur fyri neyðini.
- Ynskja politikararnir at skapa vinnulívinum góðar vakstrarumstøður, so mugu teir skapa eitt fjøltáttað umhvørvi í tí økinum, har vinnulívið er. Teir mugu leggja greiðar ætlanir í samráð við vinnuna, kommunurnar og fólkið í økinum ?og hava dirvi til at seta hesar ætlanir í verk.
Johan Dahl førir fram, at í Suðuroy eru allar verkligar fyritreytir til at menna tað virksemið, sum longu er, men at Suðuroyggin kortini støðugt er við skerdan lut í landspolitikkinum.
Vinnan og ungdómurin
Johan Dahl meinar, at tað er rættiliga umráðandi fyri eitthvørt øki at hava ungdóm og fólk við fjølbroyttum útbúgvingum, fjølbroyttari vitan og fjølbroyttum royndum.
- Ofta hoyra vit politikararnar siga, at teir einans skulu skapa karmarnar til vinnuna, restina má vinnan sjálv klára. Tá hugsa teir um teir bert teir verkligu karmarnar.
- Men ungdómurin og fjølbroytni í tí sosiala umhvørvinum - hesi eru sera týðandi partur av teimum sonevndu góðu karmunum til vinnulívið, men sum politikararnir higartil í ov lítlan mun hava hugsað um.
- Júst hesin parturin av karmunum er ein týðandi treyt fyri vøkstri hjá teimum vinnum, sum longu eru, og harumframt ein treytin fyri at skapa nýggjar vinnur.
- Eitt øki við ongm ungdómi kann valla mennast.
- Grundarlagið fyri kjakinum um at menna eitt øki, kann ikki vera, at økið framhaldandi verður noytt til at senda meginpartin av sínum ungdómi úr økinum til at nema sær kunnleika ?og uttan at fáa annan ungdóm úr øðrum økjum ístaðin -, eitt slíkt kjakgrundarlag er heilt burturvið.
- Ungdómurin er harafturat eitt týðandi grundarlag hjá stórum parti av handilslívinum í einhvørjum øki.
- Tað er júst í spenninginum millum ung og eldri, millum ymsar vinnuroyndir, ymsan kunnleika, at menningin eigur at fara fram, sigur Johan Dahl.
Handilskvoturnar ? ein hóttan
Viðurskiftini innan fiskivinnuna eru eitt mál, sum Johan Dahl metir hava stóran týdning í sambandi við útjaðaran, av tí at hann óttast fyri, at ognarviðurskiftini um fá ár eru savnað á fáum hondum í Meginøkinum.
- Tað, sum eg serliga hugsi um, er, at fiskiloyvini eru gjørd umsetilig, sigur Johan Dahl.
- Í longdini verður fylgjan tann, at størsti parturin av føroysku fiskiloyvunum enda í Meginøkinum, av tí einfaldu orsøk, at tað er har, tann stóri kapitalurin er savnaður.
- Tað eru fá feløg uttan fyri Meginøkið, sum eru og verða før fyri at keypa hesi loyvi, tá tey verða boðin til sølu.
- Loyvini eru sera dýr at keypa, og tí verður úrslitið tað, at vit fáa ein fiskiflota, har eigaraskarin um fá ár telist á tveimum hondum, ja kanska bert einari hond.
- Og so hvørt tað gongur tann vegin, fer tað at merkjast í teimum størru økjunum, ongin ivi um tað, sigur Johan Dahl, sum mælir politikarunum at føra ein økismenningarpolitikk, sum á ein ella annan hátt leggur upp ímóti hesari gongd.
- Men vilja politikararnir ikki broyta hendan partin av fiskivinnupolitikkinum, so mugu teir seta onnur umfatandi tiltøk í verk í sambandi við útjaðaran.
Johan Dahl sigur, at føroyingar mugu halda fast um meginregluna um, at ríkidømið í havøki Føroya er fólksins ogn.
- Hvussu vit so annars skipa fiskivinnuna á sjónum, so má tað vera við hesi meginreglu sum grundarlag. Eitt hugskot kundi verið, at knýtt fiskiloyvini at teimum ymsu økjunum í Føroyum, sigur Johan Dahl.
Oljuvinnan
og útjaðarin
Avgerðin um, hvar útgerðarstøðin til oljuvinnuna í leitingarskeiðnum skal vera, er eisini fallin Johan Dahl fyri bróstið. Hann sigur seg ikki kunna skilja, ei heldur sætta seg sjálva viðgerðina av málinum, enn minni ta endaligu avgerðina.
-Politikararnir siga, at teir ikki vilja áleggja oljuvinnuni at taka eitt ávíst stað til útgerðarstøð, ístaðin skal hon sjálv taka avgerðina og gera, sum henni hóskar best.
- Eg má spyrja: - hví nú tað?
-Eftir míni hugsan eigur oljuvinnan - eins og aðrar vinnur - avgjørt fáa at vita, hvat hon kann og ikki kann, og eg meini, at tað má vera nú, áðrenn hon av álvara er farin til verka, tí annars er stórur vandi fyri, at vit tann eina dag fara at vakna við kaldan dreym.
- Politikararnir eru annars raskir at áleggja øðrum pørtum av vinnuni treytir, bæði fiskivinnuni og alivinnuni, - so hví ikki eisini eina komandi oljuvinnuni ? spyr Johan Dahl.
- Málið um, hvar útgerðarhavnin skal vera, bleiv avgjørt av ?ekspertum innan oljuvinnuna? tvs. innan Statoil, sum funnu Norserv ov lættar.
- Hetta er heilt ótrúligt og óskilligt eftir mínum tykki, tí eingin skal koma og billa okkum føroyingum inn, at Mærsk og hansara menn ikki eru nóg góðir til at standa fyri eini útgerðarstøð til oljuvirksemið í leitingarskeiðnum.
-Ein partur av virkseminum í sambandi við oljuvinnuna átti heilt náttúrliga at verið ein partur av tí átrokandi økismenningini.
- Men veruleikin er tann, at alt virksemi í hesum sambandi endar í Meginøkinum: - tað verið seg umsitingina hjá oljufeløgunum, Oljumálastýrið, MRCC-støðin, umframt øll viðlíkahaldsarbeiðini o.s.fr.
- Hetta er ótrúligt, men er tó tann beiski veruleikin, sum suðuroyingar mugu smyrja seg við, sigur Johan Dahl.
-Tí , sum hevur, honum skal vera givið !
- Hetta ?ekspertpanel? hjá oljuvinnuni átti at komið við eini frágreiðing til okkum føroyingar um, hvar tað ?kiksaði? í sambandi við Norserv - tað er ikki ov nógv at biðja um.
Johan Dahl sigur, at aftaná alt kjakið um útgerðarstøðir og økismenning, gjørdist endaliga avgerðin eitt stórt vónbrot ?eitt vónbrot av tí slagnum, sum ikki ber til at skilja og tískil ikki at góðtaka.
- Men kanska eru allar súðir ikki syftar enn, tí tíðindaskrivið frá Tjóðveldisflokkinum frá 09. januar 2001 sigur beinleiðis endurgivið soleiðis:
? Landsstýrismaðurin má tí geva oljufeløgunum greið boð um, at uttan mun til, hvat útgerðafelag, tey professionelt halda vera tað besta, so skal virksemi av hesum vera í Suðuroynni.
? Eg endurtaki: - virksemi av hesum slag skal vera í Suðuroynni.
- Vit kunnu so bara bíða og fylgja við, hvussu leikur fer, sigur Johan Dahl.
Serlig krøv
til útjaðaran
Vinnulívið í útjaðaranum er ikki einans fyri vanbýti í sambandi við tað mentanarliga og sosiala umhvørvið, men eisini í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini, tí láns- og peningaveitarar seta serlig krøv til fíggjarligu viðurskiftini hjá vinnufyritøkunum í útjaðaranum.
- Hetta gera teir sjálvandi, grundað á eina heildarmeting, sum sjálvandi eisini er grundað á heildargongdina í útjaðaranum. Um verkætlanin annars hevur somu fyritreytir, er tað so øgiliga nógv lættari at fáa eina verkætlan fíggjaða í Meginøkinum enn í útjaðaranum.
- Soleiðis eru krøvini til eginpening og fíggjarliga trygd yvirhøvur nógv størri til teirra, sum velja at virka í útjaðaranum, enn til teirra, sum velja at virka í Meginøkinum.
- Tann fasta ognin til vinnuvirksemi ?eitt nú vinnubygningar ?verður virðismett nógv lægri enn sama ogn verður mett í Meginøkinum.
- Harumframt er tað sera trupult at fáa nakað virksemi í gongd, um tú ikki hevur eini 30-40 prosent í eginpeningi, sigur Johan Dahl.
- Aðrastaðni - m.a. í ES og Noregi - verður útjaðarin stuðlaður við skipanum av ymiskum slag. Hesum skipanum áttu okkara politikarar at kanna nærri.
- Vit hava ein Framtaksgrunn; men eg haldi ikki, at úrslitini av hansara virksemi higartil kunnu sigast at vera tey, sum vit í útjaðaranum vónaðu, at tey fór at verða.
Johan Dahl vísir eisini á, at ætlanirnar hjá samgongu um at bøta um samferðsluviðurskiftini ?ferðasambandið og flutningsviðurskiftini sum heild ?vísa ein ávísan góðan vilja til at gera nakað við viðurskiftini.
Men hann leggur dent á, at herumframt er neyðugt við mongum øðrum politiskum tiltøkum, m.a. munadi broytingum í sjálvari umstitingini av landinum.
- Tað ber stutt og greitt ikki til, at øll umsiting skal vera í Meginøkinum. Tað skaðar onnur øki í landinum ? og tað er harafturat fullkomiliga óneyðugt, tí vit liva jú í eini telduøld. sigur Johan Dahl.
Trýr upp á útjaðaran
Johan Dahl sigur seg trúgva upp á, at útjaðarin, og serliga tey størru økini, hava eina framtíð fyri sær.
- Vit eru í gongd við at viðurkenna og staðfesta veruleikan hjá útjaðaranum. M.a. hevur ein nevnd sitið og kanna viðurskiftini gjølla, og eg vænti mær nógv av teimum tilmælum, sum hendan nevndin fer at koma við.
- Tað er at vóna, at politikararnir fara at viðgera nevndararbeiðið í størsta álvara, og at teir finna fram til tey tiltøk, sum eru neyðug at seta í verk. Tí suðuroyingar eru ikki ræddir fyri at bróta upp um ermar, tá ið batar eru fyri framman
- Tí útjaðarin eigur at hava framtíðina fyri sær, endar Johan Dahl.