Klaksvík: Hvussu kann vinnulívið í Norðoyggjum mennast og gera seg galdandi, tá arbeiðið við Norðoyatunnlinum ella øðrum stórum verkætlanum fer í gongd. Hetta var evnið á fundinum í býráðshøllini leygardagin.
Danin, Jørn Stryhn Rasmussen, sum sjálvur eigur tríggjar maskinverkstaðir, greiddi frá, hvussu neyðugt samstarv er, skulu fyritøkurnar her hava nakran møguleika at koma uppá tal, tá útbjóðast skal.
- Fyri at tryggja okkum, at aðrir ikki taka arbeiðið frá okkum, verða vit noydd at ganga nýggjar leiðir. Arbeiða vit ikki saman, koma vit at standa á síðulinjuni og hyggja at, sigur Rani Nolsøe, menningarstjóri.
Hann sigur, at smáar fyritøkur ongan kjans hava at koma uppá tal, tá
ein so stór verkætlan fer í gongd, sum t.d. Norðoyatunnilin.
- Her eru eini 10-12 lastbilaeigarar. Tað verður vónleyst hjá
teimum at bjóða upp á arbeiði hvør sær. Teir verða noyddir at taka seg saman í felag og syrja fyri at hava ein ábyrgdara, sum verður eitt slag av pennaførara fyri teir allar, vísir Rani á.
Hann sigur, at tað er óhugsandi, at tey, ið standa fyri eini stórari
verkætlan, fara at ringja til ein og ein lastbilaførara. Hetta sama er galdandi, tá vit tosa um el-veitarafyritøkur, maskinverkstaðir o.o., sum kunnu verða við í kappingini um arbeiðið.
Nýhugsan neyðug
Rani sigur, at tað verður ein stór avbjóðing fyri fyrtøkurnar í Norðoyggjum at fara undir felags útbjóðingar.
- Hetta eru jú fyritøkur, sum vanliga eru kappingarneytar. Tær verða nú noyddar at arbeiða saman. Tað krevur nýhugsan, dirvi og álit, vísir hann á.
- Fundurin leygardagin var væleydnaður. Eg vænti heilt avgjørt, at ítøkilig úrslit fara at spyrjast burturúr, til frama fyri vinnulívið her norðuri, sigur Rani Nolsøe at enda við Sosialin.
Millum fundarfólkið, eini 20 í tali, vóru el-veitarar, maskinverkstaðir, blikksmiðjir og lastbilaeigarar.