Tá eg fór í holtur við hesa vakstrarætlanina, hugsaði eg, at vit bara skuldu roynt at fingið Coca Cola ella onkra sovorðna globala risafyritøku at sett seg niður í Sandoynni, so var uppgávan líkasum loyst.
Soleiðis sigur Katrin Petersen, samskipari á Vakstrarætlanini Sandoy. Tað er eitt gott ár síðani, hon spenti seg fyri vakstrarætlanina, og nógv er longu hent síðani tá.
Tó at útsøgnin um Coca Cola sjálvandi er skemt, so er hon sprottin úr eini ásannan av veruligu fortreytunum fyri at skapa vøkstur í einum lokalsamfelag, sum í áravís hevur barst móti gongdini við fyritøkum, ið lata aftur, fækkandi arbeiðsplássum og minkandi fólkatali:
– Tað hevur stóran týdning at hava størri arbeiðspláss. Og her eru ætlanir í gongd av ymsum slag. Roynt verður at fáa gongd á aftur flakavirkið í Skopun, men eisini eru aðrir planir, bæði innan framleiðslu og tænastu. Vakstrarætlanin er við í onkrum av ætlanunum. Fyri okkum er tað týdningarmikið, at arbeiðsmøguleikarnir her eisini tiltala fólk við hægri útbúgvingum og ikki minst kvinnur, sigur Katrin Petersen, sum tó ikki enn fær komið nærri inn á ítøkiligu ætlanirnar.
Umstøður til ung
Men nógv og trygg arbeiðspláss er ikki nóg mikið. Siðani vakstrarætlanin fór av bakkastokki hevur hon havt nógvar fundir við hópin av fólki umboðandi millum annað vinnulív, handilslív, almennar stovnar og arbeiðspláss í oynni og aðra staðir í landinum, og við bæði kommunalpolitikarar og landspolitikarar. Og hon og Fríhild Winther, ið er forkvinna í stýrinum fyri Vakstrarætlan Sandoy hava verið ein túr í Noregi at kunna seg um, hvussu smá samfeløg har bera seg at at venda afturgongd til framgongd.
– Eg var serliga imponerað av oynni Lovund, har nakrar eldsálir, ið høvdu verið útisetar í fleiri ár, fluttu heim aftur og settu ferð á eina menning, sum er heilt fantastisk. Teir høvdu garvill hugskot, sum teir hildu fast um og ikki sleptu hóast mótgang at byrja við, og teir fingu alt fólkið við sær. Tá hetta byrjaði, búðu niðanfyri 300 fólk á oynni, nú búgva omanfyri 400, og har eru 14 vinnufyritøkur, sigur Katrin Petersen frá.
– Ein niðurstøða, sum vit hava gjørt okkum hetta fyrsta árið, sum verkætlanin hevur koyrt, er, at tað er neyðugt at fáa fatur á ungum fólki, um tað er íverksetan og virkisfýsni, ein vil hava. Og fyri at fáa fatur á teimum, er neyðugt við góðum umstøðum bæði við dagstovnatilboðum, skúlum og fjølbroyttum tilboðum til børn og ung og sanniliga eisini okkurt stuttligt til tey vaksnu, fyri at tey skulu trívast og tíma at vera her. Tí mugu vit eisini hugsa nógv um hetta og ikki bara um vinnukarmar og arbeiðspláss, sigur Katrin Petersen.
Men tá tað ítøkiliga snýr seg um vinnuna, er íverksetan eitt loysunarorð fyri vøkstri umframt eitt ella fleiri stór arbeiðspláss, heldur hon.
Ómálað lørift
Í heyst var skipað fyri einum íverksetaravikuskifti undir leiðslu av Rana Nolsøe frá Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Góð undirtøka var, og luttakararnir høvdu eina rúgvu av hugskotum, sum arbeitt var við í bólkum alt vikuskiftið. Sunnukvøld valdi ein dómsnevnd ein vinnara.
– Tað var eitt hugskot um eina elektroniska ansingarskipan til eldri fólk, ein, ið automatiskt kundi geva boð um óhapp ella sjúku. Eg veit, at tað enn er gongd í arbeiðnum við tí hugskotinum, sigur Katrin Petersen.
Eisini nevnir hon eitt útisetakvøld um jóltíðir, har eisini nógvir ungir sandoyingar, sum eru fluttir av oynni, møttu upp at hoyra og kjakast um møguleikar hjá ungum at skapa sær eina framtíð í oynni.
– Tað var ein fínur fundur, og eg haldi, at ein genta lýsti støðuna sera væl, tá tað brast úr henni: »Her er jú næstan bara ómálað lørift«, sigur Katrin Petersen frá.
Hon leggur dent á, at nógvir møguleikar eru at menna vinnur, ið longu eru rótfestar í oynni, millum annað ferðavinnuna og landbúnaðin.
– Úti í heimi er í løtuni ein sera stórur áhugi fyri norðurlendskum upprunamati. Hetta er eitt slag av mótaráki, ið vit eiga at gera okkum dælt av, tí her hava vit sanniliga nógv at bjóða, staðfestir samskiparin av vakstrarætlanini.
Tunnil má ikki forða
Sandoyartunnilin hevur seinastu árini ligið ovast á ynskilistanum hjá flestu sandoyingum, í øllum førum teimum, ið hoyrast best, men í hálvársfrágreiðingini, sum Katrin Petersen skrivaði til landsstýrið í summar, stendur onki um tunnilin uttan tað, at hon skrivar, at hon hevur verið og hildið eitt upplegg fyri tunnilsbólkinum hjá Løgtinginum um evnið.
– Ein vakstrarætlan fyri Sandoynna má ikki vera fullkomiliga bundin av, nær ein tunnil kemur. Um hann so verður samtyktur í morgin, ganga jú nógv ár, áðrenn hann er liðugur, og vit kunnu ikki bara seta okkum at bíða. Tað er jú sera umráðandi, at nakað verður gjørt nú fyri at venda fráflyting til tilflyting og svartskygni ti bjartskygni, sigur Katrin Petersen.
Samskiparin leggur áherðslu á, at eisini hon raðfestir eitt tunnilssamband við meginøkið høgt, tó at tað ikki fyllir nógv í hálvársfrágreiðingini.
– Eg samanberi tað sambandið við eitt nú vanliga veganetið, el-netið ella í nýggjari tíð internetið. Tá 80 prosent av fólkinum er bundið saman í slíkum infrakervum ber ikki til at argumentera fyri, at tey seinastu 20 prosentini ikki skulu upp í. Sjálvandi skulu vit hava tunnilin, og vónandi kemur hann skjótt, sigur hon.
– Størsti skaðin við øllum hesum er, at allir sandoyingar fyri nøkrum árum síðani hildu, at tunnilin tá fór at koma skjótt. Tað fingu teir lyfti um. Tað er, sum alt steðgaði upp, tá tað so gjørdist greitt, at hann ikki kom kortini. Vit mugu koma víðari har frá, tí tað er so øgiliga nógv annað at arbeiða og berjast fyri, meðan vit enn eru bundin av sjóvegis sambandinum. Millum annað hevur tað stóran týdning alla tíðina at streingja á at fáa betrað ferðaætlanina hjá Teistanum, so hon í minsta lagi hóskar til arbeiðstíðirnar hjá teimum flestu av okkara nógvu pendlarum, ið hvønn gerandisdag mugu um Skopunarfjørð, sigur Katrin Petersen.
Tað er eisini púra vist, at Skopunarfjørður framhaldandi fer at skilja Sandoynna frá meginøkinum tey trý árini, ið eftir eru av Vakstrarætlan Sandoy.
- - -
Fakta:
Endamálið við Vakstrarætlanini Sandoy er at venda fólkafráflytingini, ið hevur merkt oynna seinastu árini, til fólkatilflyting. Vakstrarætlanin fór formliga í gongd 1. januar 2013 við Katrini Petersen sum samskipara og skal eftir ætlan vara í til samans fýra ár. Vakstrarætlanin kostar 520.000 krónur um árið, sum eru fíggjaðar við 400.000 krónum um árið á løgtingsfíggjarlógini og við 120.000 krónum um árið frá teimum fýra kommununum í Sandoynni.










