Tað kann ikki sigast annað enn, at dagurin í dag er ein kollvelting innan føroyska oljuveitingarvinnu, nú boripallurin ”West Herkules” kom inn á Skálafjørðin, fyri at fáa allar neyðugar umvælingar og gerast klárur til næstu uppgávuna við New Foundland.
Men ongin kollvelting ferð fram, uttan eitt gott, støðugt og væl fyrireikað arbeiðið er gjørt frammanundan, og so er eisini í hesum føri.
Føroyskar fyritøkur hildu seg til og bjóðaðu seg fram í fríðari kapping móti teimum stóru altjóða fyritøkum í londunum rundan um okkum, og vunnu kappingina og tí kom ”West Herkules” inn á Skálafjørðin, har umvælingararbeiðið verður gjørt.
Skipasmiðjan MEST, Runavíkar havn, Kongshavnar havn, Atlantic Supply Base, Atlantic Airways og fleiri onnur , og ikki minst Rúna M. Hansen, stjóra fyri Arktiska økinum hjá Statoil fyri at takka, er hetta veruleikin í dag.
Frá mær, sum formanni í Løgtingsins Vinnunevnd, fáa tit eitt uppiborið herðaklapp og alla æruna fyri, at hetta yvirhøvur er blivin verðuleiki í dag.
Arbeiðið, ið verður gjørt av ymiskum fagbólkum, kemur at strekkja seg yvir tær komandi 4 vikurnar, og vóni eg at arbeiðið kemur at ganga so væl, at hetta verður byrjanin til eina oljuveitingartænastu, har vit prógva og staðfesta okkara dugnaskap, innan henda partin av oljuvinnuni.
Arbeiðið umborð á West Herkules breiðir seg sum ringar í sjónum, til allar Føroyar og serliga Skálafjørðin, t.d. Runavíkar havn, skipasmiður, verkstøð og veitingarfyri-tøkur, handlar, matstovur og hotel v.m., sum eg veit megna at veita eina góða og professionella tænastu.
Meðan eg stóð og við stoltleika sá ”West Herkules” fara tætt fram við húsum okkara í Saltnesi, dróg eitt myrkt skýggj fram í hugarenslinum, tí at landsins fremsti tekniski myndugleiki, Landsverk, hevur mælti til og støðugt arbeitt fyri at gera eina stabba-brúgv tvørtur um Skálafjørðin, har størsta fríhædd er 51,6 metur, t.v.s. at øll skip hægri enn 51,6 metrar ikki kundu koma inn á Skálafjørðin, við katastrofalum fylgjum fyri natúrhavnina Skálafjørðin, og hevði forða fyri, at ”West Herkules”, ið er ein av heimsins størstu boripallum, og sum hevði eina hædd uppá 128 metur, kundi komið inn á Skálafjørðin til umvælingar, ein verkætlan sum eini 200 fólk verða knútt at í góðar 4 vikur, og sum kastar milliónir av sær.
Stjórin á MEST segði seg vóna, at hetta bara var byrjanin innan henda partin av oljuveitingar vinnuni og somu vón havi eg og ynski fyri allar partar, at arbeiðið á ”West Herkules” gongur bæði skjótt og væl.