Á miðdegi í dag varð arbeiðið við at klæða vinnuhúsið á “Vestaru Vág” formliga liðugt og avtalan millum ánara og byggiharran um yvirtøku undirskrivað. “Vit gleðast um at arbeiði hevur gingið so væl og at kostnaðarætlanin hevur hildið”, sigur Jónsvein Lamhauge havnameistari og leggur afturat, at “nú farið verður at projektera innrættingina, er umráðandi at vinnan heldur seg frammat, eitt nú skulu vit hava eitt matarstað í bygningin og Tórshavnar havn ætlar ikki at reka matarstaðið. Tað má vinnan gera”.
Í vinnuhúsinum á ”Vestaru Vág”, er ætlanin at hýsa fyritøkum, ið hava atknýtt virksemi til sjóvegis vinnu.