Vinnuhúsið: Runavík eitt gott stað at leggja útgerðarhavnina

? Fjarstøða ímillum vinnuvirkini og útgerðarhavnina hevur nakað at siga. Og í so máta liggur Runavík væl fyri, sigur Vinnuhúsið

 

Útgerðarhavn


?Skal vinnulívið í Føroyum fáa størst møguligt gagn av eini oljuúterðarhavn, skal hon helst liggja væl fyri hjá so nógvum virkjum sum gjørligt.

Tað sigur Vinnuhúsið í eini viðmerking til, at Runavík vann kappingina um at blíva føroysk oljuútgerðarhavn.

Tað var seinasta hósdag, at avgerðin fall, sum bíðað hevur verið eftir við spenningi. Tá varð tað gjørt av, hvar oljuútgerðarhavnin skal verða og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum heldur til í Vinnuhúsinum, ynskir Atlantic Supply Base, Skipafelagnum og Runavíkar kommunu tillukku.

Á heimasíðu síni sigur Vinnuhúsið, at verður hugt eftir, hvussu føroyska vinnan er spjadd um landið, má ásannast, at útgerðarhavnin kemur at liggja í einum øki við nógvum vinnuligum virksemi.


Í samsvari við andan í lógini

Vinnuhúsið heldur, at ivaleyst hava nógv viðurskifti verið vigað, tá ið valið fall á Runavík og feløgini, sum skulu reka havnina. Eitt nú hava Havnaviðurskiftini, upplandið, prísirnir o.a. gjørt seg galdandi.

? At oljufeløgini valdu eina loysn við føroyskum feløgum við róðrið, er eisini í samsvari við andan í lóginarkarminum og teimum ynskjum um føroyska vinnuliga luttøku, sum vinnan hevur lagt stóran dent á.

Vinnuhúsið sigur, at út frá einum vinnuligum sjónarmiði, kann sigast, at skuldi føroysk vinna fáa størst møguligt gagn av útgerðarhavnini, skuldi hon helst liggja høgliga fyri hjá flest møguligum virkjum.

? Hóast alt hevur fjarstøða nakað at siga og hyggja vit eftir, hvar tey 141 virkini liggja, sum eru skrásett í oljuáhugabólkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, er støðan henda at 71 virki eru í Suðurstreym, í Norðstreymoy eru 5 virki, í Vágum eru 9 virki, í Eysturoy eru 30 virki í Norðoyggjum eru 14 virki og í Suðuroy og í Sandoy eru tilsamans 12 virki.

Sostatt sæst, at útgerðarhavnin liggur í einum vinnuligum tyngdarpunkti í landinum, sigur Vinnuhúsið

? Fyri virki í Klaksvík liggur Runavík høgliga fyri, og fyri virkir í Vágum ella Norðurstreymoy, er ikki nógvur munur á Havnini ella Runavík. Hinvegin ger tað trupla ferðasambandið, at hjá virkjum í Suðuroy er alt uttanfyri oynna, óhøgligt.

Vinnuhúsið sigur eisini, at verður hugt eftir, hvat slag av virksemi talan er um, sæst, at nógvur verkstaðsídnaður, smiður og tílíkt er í Eysturoy. Hinvegin er tænastuvinnan nógv størsta vinnugreinin í Suðurstreymoy, sigur Vinnuhúsið.