Í morgin millum klokkan 13 og 16 skipar Eysturkommuna fyri vinnufundi á Bátasavninum í Leirvík.
Á skránni verða framløgur við Jóhan Christiansen og Andreas Andreasen frá Eysturkommunu. Eisini verða umboð fyri Skansi Offshore, Høvdavirkið og Virkisráðgeving við.
Endamálið við fundinum er at geva vinnulívsfólki í kommununi høvi til at møtast til ymiskar framløgur og at kjakast um vinnulívið. Fundurin er ætlaður øllum vinnuáhugaðum í kommununi.
Orðstýrari verður Páll Isholm og bjóðað verður eisini til ein kaffimunn, siga fyrireikararnir.