Vinnuframagrunnurin sett samskipara

Sjúrður Johansen, sum er útbúgvin cand.merc.aud, er settur í starv sum samskipari í Vinnuframagrunninum. Hann er útbúgvin á Copenhagen Business School og hevur áður starvast sum stjóri hjá p/f Ivan Bilar og sum grannskoðari hjá NOTA. - Nýggi samskiparin skal standa fyri umsitingini av fjøltáttaða virkseminum hjá Vinnuframagrunninum. Hann skal eisini verða millumlið millum umsøkjarar við tí góða hugskotinum og stýrið, sum tekur avgerð um, hvussu stuðulin skal veitast.

Tað sigur Vinnuframagrunnurin í tíðindaskrivi.

Lagt verður aftrat, at ein stór avbjóðing verður at gera Vinnuframagrunnin sjónligari um alt landið, so at íverksetarar gerast tilvitaðir um teir mongu møguleikar, sum eru.

- Eg vænti, at Granskaraparkin, sum eftir ætlan skal gerast veruleiki í 2011, fer at taka nógva orku, sigur Sjúrður Johansen, samskipari.

Stýrið fyri Vinnuframagrunnin sigur í tíðindaskrivinum, at tey fegnast um nýggja samskiparan, sum er rætti profilurin til at standa á odda fyri virkseminum hjá grunninum.

Sjúrður Johansen er útbúgvin á Copenhagen Business School og hevur áður starvast sum stjóri hjá p/f Ivan Bilar og sum grannskoðari hjá NOTA.